Formaður felagsins, Jóhann Petur Jakobsen, legði frá sær og í hansara stað bleiv stýrimaðurin á klaksvíkingi Oddur Olsen valdur
– Eg havi fingið kjans at fara út at sigla og tí havi eg givið øðrum møguleika til at stjórna felagnum.
– Tað hevur einki við tað at gera at Klaksvíkingur ikki er mannaður.
– Tað er sera spell og at ungdómarnir hjá KRF ikki hava nakran at stilla upp til.
– Trupuleikin innanborða var at manningin fekk at vita at tríggir ikki vildu halda fram og tí var stór orka brúkt til at fáa hesar tríggjar við aftur.
– Hetta var skeivt og áttu vit heldur at brúkt orku uppá at fáa aðrar umborð.
– Fíggjarligastøðan er í lagið tí vit hava ikki undirskot og klára at svara hvørjum sítt so har er í lagið.
– Stórsta avbjóðingin verður at fáa avgreitt Norðoyastevnuna og í samband við útbyggingina av miðbýnum liggja vit í samráðingum við býráði um nýtt neyst og sum støðan er í løtuni koma vit at missa verandi kappróðrarneyst.
– Vit hava fingið skitsur av einum nýggjum neysti sum Kommunan fer at byggja.
– Nýggja leiðslan verður ikki arbeiðsleys, sigur Jóhann Petur Jakobsen, skemtandi
Sambart heimasíðuni hjár KRF gekk valið av nevdnarlimum soleiðis fyri seg.
Tríggjir nevndarlimir stóðu fyri vali, og vóru hesi:
Jóhann Petur Jakobsen, formaður
Ebba Jacobsen, nevndarlimur
John Reid Ziska Jacobsen, kassameistari.
Jóhann Petur og Ebba stillaðu ikki uppaftur.
Nýggj valevni vóru:
Oddur Olsen, Henny Heinesen, Jóhan Mikkjalsson, John Reid Ziska Jacobsen og Kristian Mikkjalsson.
Í nevndina blivu vald:
Oddur Olsen, Henny Heinesen og Jóhan Mikkjalsson.
John Reid Ziska Jacobsen og Kristian Mikkjalsson verða tiltakslimir.
Nevndin bleiv skipað soleiðis:
Formaður: Oddur Olsen
Næstformaður: Beinta Klakstein
Skrivari: Berit Mohr
Kassameistari: Henny Heinesen
Nevndarlimur: Jóhan Mikkjalsson
Tiltakslimir: John Reid Ziska jacobsen
Tiltakslimur: Kristian Mikkjalsson




