Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Róðrarfelag fer nú undir vetrarskránna

John William Joensen

Í blaðnum í dag lýsir Klaksvíkar Róðrarfelag við marknaðardøgum og lima- og áhugafundi.

Hóast nógv hevur verið tosað um venjing og kappingar á rógvimaskinum, so gjørdi lýsingin okkum á redaktiónini ikki sørt forvitnar, tí vit hava onkursvegna havt eina fatan av at virksemið hjá róðrarfeløgunum, stórt sæð, hevur verið avmarkað til tað siðbundnu tíðirnar – at bátarnir verða flotaðir flaggdagin 25. apríl og drignir í neystið og hurðarnar skalkaðar til eftir ólavsøkuróðurin. 

Vit hava tí sett okkum í samband við formannin fyri Klaksvíkar Róðrarfelag Jóhan Petur Jacobsen og skrivarin Ebba Jacobsen fyri at fáa eitt prát við tey um virksemið og ætlaninar hjá felagnum.
Jóan Petur, sum júst hevur loyst Magnus Norðberg av sum formaður, tí hesin er burturstaddur í lestrarørindum, greiðir frá, at nýtslan av róðrarneystinum er økt munandi farnu vetrarnar. Serstakliga eru tað tey yngstu av róðrarfólkinum harav nøkur hava mannað dreingja- og gentubátarnar, ið hava verið íðin at brúka hølini. Tað er kanska ikki blivið til tað nógvu venjingina fyrrapartin av vetrinum, men tey hava hugna sær, og sum liðið er út á várið er venjingin blivin meiri miðvís og alt størri partur av samveruni. Okkum í nevndini hevur dámt at lív hevur verið í húsinum, og eru stokkin inn á gólvið av og á fyri at vita hvussu stendur til & og hann leggur afturat, at tað jú eisini hevur verið fyri at fáa vissu fyri at alt fer sámuliga fram og at farið verður væl um húsið.
Ebba nevnir, at róðarfelagið nú í nøkur ár, so við og við, hevur skapað umstøður fyri innandura venjing við at framvega útgerð til styrkivenjingar og rógvimaskinur til konditiónsvenjingar, umframt at hølini eru væl egnaði til aðrar venjingar.
Greið tekin eru um, at fólk hava gáa um hesar møguleikar, tí tey hava merkt vaksandi áhuga fyri at koma framat at íðka í neystinum. 
Millum róðrarfólk hevur hetta, at rógva við rógvimaskinum fyrr verið mett sum heldur ivasamt við atliti til rógving í føroyskum bátum, men hava úrslitini seinnu árini sannførandi prógvað, at rógving á maskinum og aðrir venjingarhættir hava týðandi leiklut í samband við grundvenjingina at gerast og halda seg í kroppsliga góðum standi. Venjingartíðin í bátunum, sum jú er treytað av veðrinum, verður í alt størri mun miðvíst brúkt til ta meiri teknisku og taktisku venjingina. Harvið er venjingin eisini vorðin effektivari.

Vit spyrja tey hvørji mál felagið hugsar um at seta sær fyri tíðina fram móti komandi summri og kappingarári.

Tey nevna at fyrsta stigið er at hoyra hvat ið áhugaði og limirnir hava av ynskjum.
Í fyrstu atløgu finnst út av hesum við at eftirmeta farnað árið og harnæst í felag at orða málini vit ynskja at seta. Hetta er eitt av endamálunum við lýsta fundinum.

Vit hava kenslu av at fólk eru sera væl nøgd við farna kappingarár bæði hvat úrslitum og stuðli viðvíkur. At gerast mest vinnandi felag í FM, er nakað tey eru fegin um og errin av. Tey leggja tó dent á at hetta við úrslitum ikki bert snýr seg um heiðursmerkir og plaseringar, men at metast eisini skal um hetta á annan hátt og við øðrum atlitum. 

Tey tríva í onkur dømir:
Tað er hugaligt at síggja onkran ungan byrja at venja, sum kanska ongantíð hevur íðkað nakað av týdningi, tí tað er verri enn so øll sum hava lætt við at finna seg til rættis í einari ítróttargrein. Sum úrslit av hesum eru tað mong sum eru kroppsliga illa fyri. Vit í róðrarfelagnum gleðast um at alt fleiri gera rógving til sína ítróttargrein. Vit hava havt tað gleði at sæð fleiri falla væl til í felagnum, koma í góða venjing, fara at eta sunnari, vera við til kappingar og gerast toppvandir atletar móti endanum av kappingarárinum.
Tað at danski olympiski gullvinnarin, Stefan Mølvig, sum átók sær venjarauppgávuna tíðliga í summar, hevur havt stórt árin á venjingarháttin, og ikki minst heilsuliga og hugburðsliga partin av tí at íðka og vera væl fyri hann er jú sjálvur ein fyrimynd í so máta. Eitt sum broyttist umgangandi var at róðrarfólkið, so at siga, skifti sodavatn og franskar hotdogs út við frukt og vatn. Hetta hevur uttan iva verið við til at fingið onkran skutin framum.
Eitt, sum eisini hevur sett sín positiva dám á felagslívið, er at old-girls og old-boys hava verið partur av umhvørvinum og verið við til at sláða fast, at rógving er hugnaligur og effektivur háttur til kroppsliga venjing. Tað hevur stóran týdning at tey meiri tilkomnu luttaka í felagslívinum. Vit hava eisini greiða fatan av at tey ungu virðismeta hetta, tí nógv av teimum eldru hava róð fyrr og hava royndir at oysa av.

Ebba og Jóhan Petur síggja fram til fundin og vænta at fólk møta fjølment nú týskvøldið.

Vit á Norðlýsinum takka teimum fyri prátið og ynskja Klaksvíkar Róðrarfelag góða eydnu.