Róðrardeildin hjá LÍF hevur ikki verið virkin í nøkur ár, og fyri stuttum seldi LÍF so einasta róðrar bátin í bygdini til Klaksvíkar Róðrarfelag
– Tað hevur verið eitt sindur trupult við venjingum tí vit ikki hava nokk bátar til alt fólki og tí valdu vit at keypa Leirvíking til at venja við, sigur formaðurin í KRF, Jóan Petur Jacobsen.
– Báturin er av gamla slagnum og er ikki egnaður til kappróður í dag, men sum venjingarbátur er hann væl brúkiligur.
Formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag, sum eisini er leirvíkingur, sigur at hann skilur ikki hví so lítil áhugið er í Leirvík fyri kappróðri.
– Eg ivist onga løtu í at leirvíkingar áttu at megnað at mannað eitt fimm mannafar, men tá stígur kemur í er ofta trupult at byrjað aftur.
– Men um onkur tók stig til at mannað bát í Leirvík so trúgvi eg at undirtøka hevði verið fyri tí í bygdini.




