Ísamband við Drottninga vitjanina, ið verður mikudagin, hevði Klaksvíkar Róðrarfelag ruddingar dag mánakvøldi.
Tiltakið var samskipa við Klaksvíkar Kommunu.
Ruddað varð framvið fjøruni í Klaksvík, frá teimum norðastu neystinum úti á bumshamri, heim í sandin og norð ímóti kósini.
Tiltakið byrjaði klokkan 17.30 og endaði umleið klokkan 20.00. Tá ið liðugt var at rudda, høvdu umleið 55 fólk savna órudd, sum fylti gott og væl tvær IRF bingjur.




