Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Rotary Klubbi gav 10.000 krónur til donorliðið

Oliver Joensen

Donorliðið í Klaksvík er sera virkið, og hetta hevur fingið Rotary Klubban at geva 10.000 kr. til ein film, sum donorliðið arbeiðir við.

Hans Eliesar Fjalsbak, formaður í Rotary Klaksvík, sigur við Norðlýsið, at orsøkin til at Rotary fór undir at vita um ikki bar til at útvega blóðdonorliðnum pening, var, at umboð fyri Blóðdonorliðið vórðu biðin at halda fyrilestur fyri Rotary og har var kunngjørt, at Blóðdonorliðið arbeidddi við at gera ein film um tað at vera blóðdonor. Hesin filmurin kom at kosta nógvan pening.
Tað vóru tey trý, Karin Jacobsen, Ólavur Samson og Christian Jørgensen frá blóðdonorliðnum, ið greiddu frá.
Hans Eliesar Fjalsbak sigur víðari, at Rotary hevur ein hjálparfond, ið kann stuðla slíkum tiltøkum og tá vit søktu fingu vit játtandi svar beinanvegin uppá 5.000 krónur. Restina kr. 5.000 hava síðani limirnir í Rotary Klubbanum í Klaksvík sjálvir útvega.