Stórur tørvur er á hjálp til fólki í Ukraina og Klaksvíkar Rotary klubbi hevur tí veitt fíggjarligan stuðul til at hjálpa.
Hetta er gjørt í samstarvi við Chelwood Brigde Rotary Club, sum hevur sent 200 lívskistlar til Polen og Ukraina.
LÍVKISTILIN TIL VATN er ætlaður til eina vanlukkurakta familju við fimm fólkum, ið hava mist bæði bústað og ognir.
Vatnreinsanartólið hevur fyrstu raðfesting, av tí at hetta kann forða fyri bruna úr vatni. Ì kistlinum eru eisini kókiútgerð, knívar, gaflar og skeiðir, borðiskar, køksamboð og krúss, nakað av amboðum, tilbindingartilfar, og aðrir lutir til reinføri, ein prosending, ið kann veita fyribils, neyðugt skýli.
Bretski Rotaryklubbin Chelwood Bridge RC stílar fyri pakking, savning av tøkari goymslu og at senda kistlarnar.
Hetta hendir sum klubbaverkætlan og uttan dýrkandi umsitingarkostnað.



