Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkar sangfelag aftur uppá beinini

Dávur Winther

Í nógv ár hevur Klaksvíkar Sangfelag ligið í dvala, men er ein arbeiðsbólkur við Ingun Niclasen Sigrið Mikkjalsdóttir og Jógvan Joensen komin undan kavi, sum ætlar at endurstovna kóri, sum í ár kann minnast, at tað eru 80 ár síðan, kórið varð stovnað.

Vegna arbeiðsbólkin spyrja Ingun, Sigrið og Jógvan: Hevur tú saknað eitt felagskór í Klaksvík? Ella vilt tú verða við at fáa lív aftur í felagskór í Klaksvík?

Klaksvíkar sangfelag v/Ásu Niclassen, Forkvinna, Bergfríð Klakstein, peningarøkil, og Maluni Mikkelsen tók eitt týdningarmiki stig 28.09.2023. Tá var boðað til fundar á Skúlatrøð. Á skránni var ein roynd at fáa lív aftur í Klaksvíkar sangfelag. Ása, Bergfríð og Malan vóru partur av nevndini frá 1996-97, sum nú vil geva stafettina víðari til yngri sangfuglar. 

Síðani fundin hevur ein arbeiðsbólkur roynt at funni ein leist, sum kann vera við til at kveikja lív aftur í eitt felagskór í Klaksvík og føra til endurstovnan av Klaksvíkar sangfelag.

Øll sanghugaði eru vælkomin!

Klaksvíkar sangfelag bjóðar øllum sanghugaðum til Skeið í kórsangi við Tóru Vestergaard 24.februar kl 1030-1530. Hetta er ætlað sum 4 dagar við kórsangi, kostnaður kr 400. Matur og drekka er partur av skeiðnum.

Karmur um skeiðið verður Býráðssalurin á Nólsoyar Pálsgøtu 36. Tilmelding er á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kvøldskúla kks.fo Seinasta freist er hósdagin 22.februar.

Vónandi eydnast handanin av stafettuni!

Fyrireikarnir vóna at fáa góðan stuðul frá øllum sangfuglum í Norðoyggjum. Eydnast tað at savna fleiri sangglað úr øllum ættum í eitt felagskór í Klaksvík, kunnu vit síggja fram til fastar venjingar frá í heyst.

Vónandi vil avgerðin hjá Kórsamband Føroya at leggja kórstevnuna 2024 í Varpið vera við til at stuðla undir at Klaksvíkar sangfelag, sum í ár hevur 80 ár á baki, framhaldandi kann vera eitt gott umboð fyri Norðoyggjar.

Í hesum sambandi verður skipað fyri sangskeiði í Býráðshøkkini á Nólsoyar Páls Gøtu 32 í dag, leygardagin kl. 10, har Tóra Vestergaard stendur fyri skeiðnum, sum m.a. er ein raddarvenjing og annars sangur fyri at koma í gongd aftur! 

Torraskeiðið her