Tað letur til at vera eitt “must” at hava egna heimasíðu og sjálvandi skal KS eisini hava sína.
Tíðindaskriv
Vit á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hava arbeitt við okkara heimasíðu í mong ár. Fleiri ferðir eru vit byrjaði, men oftast hevur okkurt stungið seg upp við tí úrslitið, at heimasíðan hevur fingið eina raðfesting aftarlaga í røðini.
Einaferð varð tað innanhýsissíðan, tann sokallaða intranetsíðan, ið hevði størri týdning. Ta síðuna hava vit havt í nøkur ár og hon verður nógv nýtt av starvsfólkunum.
Fyri fleiri árum síðani, langt áðrenn tað gjørdist “in” at hava heimasíðu, høvdu vit eina heimasíðu, ið varð løgd út á netið. Hendan síðan varð tíverri alt ov óvirkin og doyði hon tí út sum tíðin gekk.
Tað letur til at vera eitt “must” at hava egna heimasíðu og sjálvandi skal KS eisini hava sína. Vit hava roynt at gera eitt gott undanarbeiði hesaferð, og vit vóna at síðan kemur at verða til gagns fyri sjúklingar, avvarðandi og øll onnur viðskiftafólk.
Ætlanin er at hava regluligan tíðindaflutning, ið eru viðkomandi fyri sjúkrahúsið og viðskiftafólkini.




