Klaksvíkar sjúkrahús verður framhaldandi lokalsjúkrahús fyri Norðoyggjar og partvís Eysturoynna og lokalt akuttsjúkrahús, sigur Sirið Stenberg landsstýriskvinna í Heilsumálum
Klaksvíkar sjúkrahús verður framhaldandi lokalsjúkrahús fyri Norðoyggjar og partvís Eysturoynna og lokalt akuttsjúkrahús, sigur Sirið Stenberg landsstýriskvinna í Heilsumálum
Í dag legði Sirið Stenberg, landsstýrskvinna menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið fram. Menningarætlanin er úrslitið av drúgvum arbeiði har fleiri enn 50 fakfólk hava luttikið.
Sirið Stenberg vónar at fáa eitt gott og gevandi aðalorðaskifti um ætlaðu broytingarnar, sum sambært henni fara at framtíðartryggjað virksemi á øllum trimum føroysku sjúkrahúsunum.
Landsstýriskvinnan hevur hesar framtíðarætlanir í mun til Klaksvíkar Sjúkrahús:
– Klaksvíkar sjúkrahús verður framhaldandi lokalsjúkrahús fyri Norðoyggjar og partvís Eysturoynna og lokalt akuttsjúkrahús.
– Umframt verandi virksemið, skal sjúkrahúsið fremja fleiri smærri skurðviðgerðir, sokallaðar “samadagskirurgi”, har sjúklingurin verður útskrivaður sama dag, sum hann er innskrivaður. Her verður millum annað hugsað um brokkskurviðgerðir og æðraknútar við meira.
– Somuleiðis verður planløgd ortopedkirurgi á sjúkrahúsinum.
– Eisini verður umhugsað at fáa framt enn fleiri kikarakanningar (endoskopiir) á sjúkrahúsinum. Hetta merkir, at nakrar av hesum viðgerðum, sum í dag fara fram á Landssjúkrahúsinum, fara fram á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
– Harumframt skal setast á stovn miðstøð innan endurvenjing, sum fer at taka sær av at endurvenja sjúklingar við seinheilaskaða og ryggmergskaða. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við serfrøðingamiðstøð í Danmark. Hetta verður framt soleiðis, at tann akutti parturin fer fram í Danmark, meðan sjúklingarnir síðani verða fluttir á Klaksvíkar sjúkrahús í einum samstarvi millum partarnar. So hvørt sum okkara serfrøði mennist, verða sjúklingarnir styttri og styttri tíðarskeið uttanlands. Tað er somuleiðis eisini hugsanin, at sjúklingar verða fluttir frá Landssjúkrahúsinum til miðstøðina, tá tørvur er á tí.
– Eisini ætli eg, at Kommunulæknaskipanin 1870 í Norðurøkinum skal samskipast við Klaksvíkar sjúkrahús á sama hátt, sum hetta er gjørt á Suðuroyar sjúkrahúsi. Ætlanin er ikki at fremja broytingar í akuttu tilbúgvingini á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Leiðsluspurningurin
Sum Norðlýsið skrivaði fyrr í dag, so er ætlanin hjá Landsstýriskvinnuni, at ein ovasti leiðari fyri sjúkrahúsverkið verður settur í seinasta lagi 1. januar 2018, sum saman við lokalu staðbundnu leiðslunum koma at mynda framtíðar leiðslunaí sjúkrahúsverkinum.
Sirið Stenberg vísur á, at tað verður framhaldandi tørvur á at hava lokalar leiðslur ástaðnum, men tær leiðslurnar verða eisini partur av samlaðu sjúkrahúsleiðsluni. Hetta merkir, atlokalu leiðslurnar á øllum sjúkrahúsunum hava eina felags ábyrgd fyri virkseminum í samlaðasjúkrahúsverkinum.
Frágreiðing hjá Landsstýriskvinnuni kann lesast her




