Frá 2011 til 2015 hevur Landsjúkrahúsið fingið 99,7 % av samlaðu íløgunum; sum gjørdar eru í føroyska Heilsuverkið. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið 0,01 % av íløgujáttanini og Suðuroyar Sjúkrahús fekk einans 0,004 % av samlaðu íløgujáttanini. Enntá Kringvarp Føroya kostar føroyska skattgjaldaranum meira enn smærru sjúkrahúsini – men tilveran hjá vælvirkandi og sera væl umtókta sjúkrahúsinum í Klaksvík er ótolandi fyri sentralistarnar í Havn
Frá 2011 til 2015 hevur Landsjúkrahúsið fingið 99,7 % av samlaðu íløgunum, sum gjørdar eru í føroyska Heilsuverkið. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið 0,01 % av íløgujáttanini og Suðuroyar Sjúkrahús fekk einans 0,004 % av samlaðu íløgujáttanini. Kringvarp Føroya kostar føroyska skattgjaldaranum meira enn smærru sjúkrahúsini – men tilveran hjá vælvirkandi og sera væl umtókta sjúkrahúsinum í Klaksvík er ótolandi fyri sentralistarnar í Havn
Veruleika fjarur fyrrverandi landsstýrismaður
At hoyra fyrrverandi landsstýrismannin í Heilsumálum tosað um tørvin á at seta eina felags leiðslu fyri føroysku sjúkrahúsini var skelkandi og vísir hvussu lítið innlit umsitingarliga leiðslan og politiska leiðslan av Heilsuverkinum hevur í Heilsuverki.
Høvuðstrupulleikarnir, sum vit sum sjúklingar hava av heilsuverkinum, eru serliga tí at læknarnir á Landssjúkrahúsinum hava samstarvs trupulleikar sína millum og sama er galdandi millum læknar á øðrum sjúkrahúsum á øllum heilsuverkinum í Danska Ríkinum.
Sjúklingar, sum hava verið hjá einum lækna og verið til kanningar og síðani verða sendir til annan lækna, skulu umaftur og umaftur gjøgnum somu kanningar – bert tí at læknar í stóran mun ikki samstarva ella hava vantandi álit hvør á øðrum.
Hettar kostar heilsuverkinum og fer ikki at broytast um Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahús verða niðurløgd og alt verður samlað í Havn.
Veruleikin er at Heilsuverki í stóran mun ikki er til fyri sjúklingin, men er vorið alt meira ein menningardepil fyri fakligheit hjá ávísum starvsfólka bólkum.
Vit skulu hava eitt nýmótans og vælrikið sjúkrahús í Klaksvík – tí vit sum búgva í økinum hava krav uppá vælvirkandi heilsutænastur í økinum. Ikki tí tað gevur arbeiði, sum KVF altíð lýsir heilsuverkið í norðoyggjum, men tí vit vilja hava heilsuverk í nærumhvørvinum 24 tímar í døgninum – sum vit altíð hava havt.
TALANDI TØL
Frá 2011 til 2015 hevur Landssjúkrahúsið fingið 77,4 % av rakstrarjáttanini hjá føroyska Sjúkrahúsverkinum. Klaksvíkar Sjúkrahús 12,3% og Suðuroyar Sjúkrahús 10,3 %
Tølini tala fyri seg – politiska líkasælan við Klaksvíkar Sjúkrahús er skelkandi og óskiljandi. Politiskt eru flokkarnir samdir um at vit skulu hava trý sjúkrahús og miðskeiðis í 90 unum var nýtt sjúkrahús bygt í Suðuroy. Fyri fáum árum síðan var Landsjúkrahúsið útbygt men hóast stórsti parturin av Klaksvíkar Sjúkrahúsið er elli gamal verður nýbygging í Klaksvík ikki tikin á tungu.
Løgtingið hevur síðan ár 2000 gjørt íløgur fyri 850 mió. kr. í Landsjúkrahúsið. Sama tíðarskeið eru 42 mió. kr. brúktar á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og 10,3 mió. krónur eru brúktar til íløgur á Suðuroyar Sjúkrahúsið. (Suðuroyar Sjúkrahús var gjørt av nýggjum í 90unum)
2011 til 2015 Íløgur í Sjúkrahúsverkið
Klaksvíkar Sjúkrahús ………… 19,2 mió. kr.
Suðuroyar Sjúkrahús…………. 4,4 mió. kr.
Landssjúkrahúsið……………… 103.841 mió. kr.
2011 til 2015 Rakstur av Sjúkrahúsverkinum
Klaksvíkar Sjúkrahús ………… 316,6 mió. kr.
Suðuroyar Sjúkrahús…………. 267,2 mió. kr.
Landssjúkrahúsið……………… 2 mia. kr.
Kringvarp Føroya fær hægri politiska raðfesting enn heilsuverki í Norðurøkinum og suðurøkinum.
At Klaksvíkar Sjúkrahús síðan 2011 hevur fingið 19,2 mió. kr. til íløgur hevur skapt mikla øsing millum sentralistarnar í løgtinginum, og tey sum atkvøddu fyri hesum vóru í bestu senditíð í KVF skírd baði líkt og ólíkt. Men sama tíðarskeið hevur løgtingið játta heilar 21,7 mió. kr. í sendineti hjá KVF og skattgjaldarin rindar í dag meira fyri Kringvarp Føroya enn t.d. fyri Klaksvíkar Sjúkrahús.
Miðal ársløn í Kringvarp Føroya (fulltíðarstørv á lønarútreiðslur) er 522.000 kr. ella kr. 43.000 um mánaðin.
Kringvarp Føroya kostaði skattgjaldarunum í tíðarskeiðinum 2011 til 2015 heilar 320 mió. Kr. í rakstri. (Raksturin av KS einans 316,6 mió. kr. og SS einans 267,2 mió. kr. sama tíðarskeið)
Tølini tala fyri seg – politiska líkasælan við Klaksvíkar Sjúkrahús er skelkandi og óskiljandi. Politiskt eru flokkarnir samdir um at vit skulu hava trý sjúkrahús og miðskeiðis í 90 unum var nýtt sjúkrahús bygt í Suðuroy.
ÍLØGUR: Søgulig tøl: Ár 2000- 2010
Landssjúkrahúsið 631,2 mió.
Klaksvíkar Sjúkrahús 5,8 mió.
Suðuroyar Sjúkrahús 5,9 mió. kr.
Nú eigur heilsuverki í norðurøkinum tørn
Tað er sjón fyri søgn at Heilsuverkið í norðurøkinum er niðurpínt og hevur nú tørv á politiskari raðfesting og tað hendir ikki um leiðslan á Heilsuverkinum verður savnað í Havn.
At John Jóhannesen ikki sær bjálkan í samstarvstrupuleikum í føroyska heilsuverkinum fyri lítlu flísini, sum eitur K.S. er ikki nýtt fyri mær, men eg kundi hugsað at vita um løgmaður og tigandi landstýriskvinnan í Heilsumálum eru samd við fyrrverandi landstýrismanninum.




