Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkar Sjúkrahús royndarkoyrir bíleggingarskipan

Jóhann Lützen

Framyvir fer at verða møguligt at bíleggja sær eina tíð til annaðhvørt at taka blóðroynd, ella til røntgenkanning, á heimasíðuni www.ks.fo. Í tíðindaskrivinum frá sjúkrahúsinum verður dentur tó lagdur á, at tað fer framvegis at bera til at møta upp á sjúkrahúsinum uttan bílagda tíð.

Bíleggingarskipanin, ið enn ikki virkar á MicroSoft Edge-browsaranum, men á øllum øðrum, er serliga ætlað til fólk í arbeiði, ið ikki hava stundir til at brúka nógva tíð í bíðirúminum. Tað er ein fyrimunur fyri tey at vita, júst nær tey kunnu sleppa inn. Somuleiðis er hon ætlað fólki, ið hava langan tein at ferðast fyri at koma á sjúkrahúsið. Tað verður framvegis soleiðis, at ein fyrst skal hava ávísing frá lækna.

Ynskir ein at bíleggja tíð til dagin eftir, má hetta gerast í seinasta lagi á miðnátt náttina fyri.

Tíðindaskrivið frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi verður endurprentað her niðanfyri í fullum líki, og á Facebook-síðuni hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi stendur ein einføld vegleiðing um, hvussu ein ber seg at við at bíleggja tíð til annaðhvørt blóðroynd ella røntgen á heimasíðuni ks.fo.

 

Bíleggingarskipan til Rannsóknarstovuna og Røntguna

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur ment eina bíleggingarskipan, soleiðis at fólk, ið skulu taka blóðroynd ella til røntgenkanning, eftir ávísing frá lækna, kunnu bíleggja sær tíð umvegis heimasíðuna hjá sjúkrahúsinum, www.ks.fo.

Tað fer framvegis at bera til at sleppa framat, uttan at bíleggja sær tíð umvegis heimasíðuna.

Henda nýmenta bíleggingarskipan er nú eisini ein møguleiki og kann vera ein góð hjálp hjá teimum, ið t.d. ikki kunnu fara frá arbeiði nær sum helst, ella um tey koma langvegis.

Um tíð skal bíleggjast til rannsóknarstovuna og røntgen, so skal tað gerast í seinasta lagi á midnátt kvøldið fyri.

Enn er hetta ein royndarkoyring, so onkrir smávegis trupulleikar kunnu sjálvandi stinga seg upp, men vit vóna at hetta fer at vera til gagns fyri borgaran.

Í løtuni ber ikki til at bíleggja tíð umvegis Microsoft Edge browsaran.