Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkar Sjúkrahús, stovnað 1898 – 128 ár

Jóhann Lützen

Í dag fyllir Klaksvíkar Sjúkrahús 128 ár, og tað feira vit við køku frá okkara egna køki

 

Tað er altíð nakað heilt serligt at feira henda dagin, tí hann minnir okkum á týdningin av sjúkrahúsinum – bæði sum ein hornasteinur í lokalsamfelagnum og sum eitt arbeiðspláss, har samanhald, fakligheit og umsorgan ganga hond í hond.

Í 128 ár hava starvsfólk, hvør á sín hátt, verið við til at bera sjúkrahúsið fram á leið.

Tað er ein søga um ábyrgd, áhaldni og menniskjaliga nærveru – og ein søga, sum framhaldandi verður skrivað hvønn dag.

Takk til øll, ið eru og hava verið partur av Klaksvíkar Sjúkrahúsi