Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Sleipistøð trífalda virksemi eftir bert 2 árum

John William Joensen

Í 2011 yvirtóku nýggir eigarar Klaksvíkar Sleipistøð og Firmodt Rasmussen gjørdist stjóri. Síðani er virksemið trífalda og tað sæst aftur í roknskapartølunum fyri 2012 sum fyri kortum gjørdust almenn.

Brutto vinningurin var í 2010 5,0 mió. Kr. Og er við ársenda 2012 18,3 mió. Kr.

Starvsfólkakostnaður var í 2010 5,0 mió. Kr. Og er við ársenda 2012 13,6 mió. Kr.

Úrslit áðrenn rentur var í 2010 eitt undirskot á 230.000 kr. Og er í dag broytt til eitt yvirskot á 4,2 mió. Kr.

Ársúrslitið fyri 2012 var eitt yvirskot á 3,2 mió. Kr ímóti einum undirskotið á 268.000 kr. Í 2010.

Sí annars lyklatøl niðanfyri