Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Talvfelag eisini á odda í 2. deild

John William Joensen

Um verandi gongd heldur fram, fer KTF næsta vetur at hava 2 lið í 1. deild, tí í løtuni stendur felagið til at vinna 2. deild.

Um vikuskifti vunnu klaksvíkingar 3-1 á útivølli ímóti sandavágsmonnum.
Einstøku úrslitini hjá næstbesta talvliðnum úr Klaksvík vóru hesi:
 
ST – KTF  1-3 
Torkil Nielsen –  Tummas M. Anthoniussen 1-0
Bernhard Augustinussen – Wille Olsen  0-1
Sonni Nielsen – Ingolf Gaard  0-1
Jónfinn Thomsen – Rani Baldursson  0-1
 
Støðan í 2. deild eftir 7 av íalt 10 umfør: 
1. KTF     21
2. HTa    18,5
3. ST      17,5
4. VT      9,5
5. HTb     9,5
6. KT       7