(Grein úr Norðlýsinum fyrr í vetur) Formaðurin í Klaksvíkar Talvfelag fegnast um, at felagið eigur ungar úrmælingar eins og umstøðurnar hjá felagnum eru góðar.
Klaksvíkar Talvfelag (KTF) byrjaði sítt virksemi sum felag afturi í 1967. Fyrsti aðalfundur var fyrst í 1968, sigur Petur Hans Poulsen, sum er formaður í KTF. Hann hevur sitið sum formaður síðani 1972. Fyrsta meistaraheitið í liðkappingini vann KTF í 1988 og í 1989 var Heini Olsen fyrsti telvarin frá KTF, sum vann FM fyri einstaklingar.
– Áðrenn tað vóru vit óstøðugir og millum 1976 og 1982 vóru vit eitt sokallað ”elevatorlið”, sum skifti nógv millum bestu og næstbestu deildina. Men í áleið 1982 fingu vit góðan styrk frá Heina Olsen og Willemoes Olsen. Um eg minnist rætt, so vunnu vit sjey meistaraheitir kring 10 ár í 1990’unum. Síðsta meistaraheitið fyri lið í bestu deildini kom í 2010, sigur Petur Hans Poulsen við Norðlýsið.
36 telvarar í løtuni
KTF er vaksið spakuliga síðstu árini.
– Vit hava 36 telvarar í løtuni á styrkislistanum. Hatta talið er spakuliga vaksið síðstu árini. Onkuntíð hevur tað verið niðri á 30. Havnar Telvingarfelag er størsta felagið í Føroyum við áleið 60 telvarum og síðani koma vit og Sandavágs Talvfelag, sum eru áleið jøvn. Talv er ein mannfólkaítróttur, tí tað vísir seg tíverri, at tað er sjáldan at vit í nøkrum felag síggja kvinnuligar telvarar í kappingum hjá vaksnum, sigur formaðurin í KTF.
Hava fleiri úrmælingar hjá yngru telvarunum
KTF ger nógv fyri, at ungu telvarar hava møguleikar at menna seg í felagnum.
– Reglulig venjing byrjaði í 1978, tá eg hevði venjing við ungum telvarum og tað hevur verið telvað síðani á ungdómssíðuni. Síðst í 1980’unum kom kvøldskúlatelving og okkurt tíðarskeið eftir tað vóru eini 15 ungdómar í húsinum hjá KTF. Tað var lív í, og fleiri komu allan vegin upp gjøgnum deildirnar. Fyrst í hesari øldini høvdu vit kanska okkara bestu tíð á ungdómssíðuni. Vit vunnu fleiri føroyameistaraheitir, og vit høvdu eisini eina gentu við, Herborg Hansen. Hon er einasti kvinnuligi unglingameistarin, sum hevur verið í Føroyum. Tað var í 2008. Annars gera vit eitt ungdómsarbeiði fyri telvarar í aldrinum 7-14 ár, har Tummas Martin Sólsker er venjari og so hjálpi eg honum onkuntíð. Har plaga vit at siga, at fær man 10-20 % ígjøgnum til at koma víðari við telvingini sum vaksin, so er tað gott. Vant verður tvær ferðir um vikuna. Mánadag og mikudag og vant verður í hálvan annan tíma í okkara felagshølum. Okkurt árið hava vit havt 10 ungdómstelvarar og fingið fýra ígjøgnum. Tað er óføra gott. Har kann eg nevna, at nú hevur ein úttøkukapping verið til NM, har tað eru fimm bólkar, hvat aldri viðvíkur. Og av teimum 10 telvarunum, sum eru tiknir út, so eru tríggir frá KTF, so vit hava úrmælingar á ungdómssíðuni nú. Tað er hugaligt. Teir eru Janus Skaale í elsta bólkinum, síðani er Flóvin Matras Tummasarson í næstelsta bólkinum og í tí yngsta bólkinum er Rókur Davidsen úttikin, sigur Petur Hans Poulsen.
Eldru telvararnir hava nógvar møguleikar
Tá tað kemur til eldri telvarar, so kann KTF fegnast um, at felagið hevur fingið tilgongd av fleiri, sum eru flutt heim eftir loknan lestur uttanlands.
– Tað sum er gleðiligt er, at fleiri telvarar fara uttanlands í lestrarørindum, men koma so aftur, tá tey flyta heim. Vit hava í síðstuni sæð fleiri, sum eru komin aftur eftir at hava verið í útlegd í fleiri ár og tað er stuttligt, sigur hann. Møguleikarnir hjá eldru telvarunum at fyrireika seg eru nógv broyttir síðstu árini.
– Tað er ymiskt, hvussu nógv teir eldru telvararnir gera við tað. Summir gera nógv við tað og granska nógv á netinum fyri at síggja t.d. hvussu mótstøðuleikarin telvar og arbeiða við loysnum at forða við júst hesum taktikkinum ella at gera okkurt óvæntað. Øll talvini koma jú út á netið stutt eftir at tey eru leikt, sigur Petur Hans. Hann sigur, at eitt kappingarár fyri lið vanliga er frá síðst í oktober til síðst í mars. Síðani koma einstaklingakappingar afturat, sum liggja spjatt yvir alt árið.
Góðar umstøður
KTF hevur góðar umstøður til sítt virksemi. Felagið leigar eini hús á Akursmørk frá Klaksvíkar Kommunu.
– Vit hava havt leigusáttmála við kommununa um hetta húsið á Akursmørk síðani 1995. Nú er kommunan komin inn við ungum fólkum við serligum tørvi. Tey brúka húsið tíðliga um dagin, og so hava vit húsið restina av degnum. Tað riggar væl, hóast tað setur nøkur krøv í mun til at hava húsið einsamallir. Innan er húsið nýliga umvælt og er nú í sera góðum standi. Til stórar kappingar er húsið ov lítið, men vit hava nógv gott fólk at hjálpa til, tá tað er neyðugt. T.d. um vit hava størru kappingar, so fara vit í Snallubjallu, tí okkara hús rúmar bara 16 telvarum í senn til kappingar. Men tað er eingin trupulleiki, tí fólk vilja taka eina hond í og hjálpa til, tá tað krevst, sigur Petur Hans Poulsen.
Einki limagjald
Í KTF verður einki limagjald kravt, men ístaðin hjálpa limirnir til við ymiskum tiltøkum.
– Fíggjarliga hava vit góðar stuðlar, so tað er ikki ein trupulleiki. Til útidystirnar eru ikki nógvar útreiðslur nú í mun til fyrr, tí fýra telvarar kunnu ferðast saman í einum bili í mun til fyrr, tá vit skuldu umvegis ferju o.a. Limagjald krevja vit ikki inn, men ístaðin hava vit tiltøk sum m.a. at hjálpa til á Sjómannadegnum, og tá hjálpa limirnir til. Okkara royndir siga, at um vit krevja limagjald, so kann tað gera, at onkrir yngru telvarar setast aftur, tí foreldur hava í dag nógv at gjalda, sigur formaðurin í KTF at enda.
Nevndin í KTF er soleiðis mannað:
Formaður: Petur Hans Poulsen
Kassameistari: Tummas Martin Sólsker
Nevndarlimur: Esbern Christiansen



