Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Klaksvíkar Tónlistaskúli á musikkskúlafestivali

Jóhann Lützen

Tórshavnar Musikkskúli skipaði fyri musikkskúlafestivali dagarnar 20. og 21. mai í nýggja musikkskúlanum í Havn, har allir musikkskúlarnir vóru bjóðaðir at vera við.

Næmingar og lærarar frá Klaksvíkar Tónlistaskúla framførdu eisini. Bólkurin Stjørnuskotini spældi nøkur løg, m.a. “Burtur á heiði” og “Can you feel the love tonight” frá teknifilminum Leyvukongurin. Ein bólkur spældi lagið Quartett av Magna Husgaard. Umframt tað var cembalosolo, guitarduett og framførsla á elbass.

Tað var sera hugaligt og gevandi, bæði at framføra sjálv og at lurta eftir øðrumn. Eitt sera gott og væleydnað tiltak, sum verður aftur næsta ár.

 

Umframt at vera við til festivalin hevur Klaksvíkar Tónlistaskúli havt tvær várkonsertir á Skúlatrøð og tríggjar í Býráðshøllini í Klaksvík. Nógvir næmingar hava framført og konsertirnar hava verið væl vitjaðar. Til fyrri konsertina á Skúlatrøð var skúlakórið við og næmingar spældu við kórinum til tveir sangir. Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini og nevnd Tónlistaskúlans,  bjóðaði vælkomin.

 

Í hesi vikuni og aðru viku aftur verða fleiri vitjanir á ellisheimum í kommununi. Nøkur hava longu havt vitjan. Næmingar og lærarar gleðast um aftur at kunna vitja á stovnunum og spæla fyri búfólkunum.

Niðanfyri eru myndir frá musikkskúlafestivalinum og nakrar frá venjing og framførslum. Á facebook-síðu Tónlistaskúlans eru fleiri myndir.