Mánakvøldið 15. februar skipar Klaksvíkar Tónlistaskúli fyri konsert í Ósáskúlanum í sambandi við Torradagarnar.
Næmingar og lærarar framføra bæði sum solistar og samanspæl. Orkestrið Norðanvindar, sum hevur blásarar, klaver, guitar, bass og trummur, spælir eina nýggja útseting av Ólavi Riddararós, sum Herluf Lutzen hevur gjørt til orkestrið og verður nú framførd fyri fyrstu ferð. Tey spæla eisini “Ormin langa” í einari útseting, sum lærararnir Laila Nielsen og Torleik Mortensen hava gjørt. Páll Sólstein hevur útsett nakrar sangir av Jógvan Waagstein, av teimum spælir ein strúkarabólkur “Í búri.“ Tey spæla eisini “Nú rennur sólin fríð” í útseting av Kára Bæk og klaverkvartett spælir “Í sirmi”, ein útseting av Paula í Sandagerði. Ein bólkur við blokkfloytum, tvørfloytum, guitar og klaver spælir “Nú liggur ein kavafonn”. Á skránni eru eisini nøkur solostykki, m.a. tað væl kenda “Svanurin” fyri cello.
Konsertin byrjar kl. 19.30 og er ókeypis.
Tónlistaskúlin takkar fyri stuðulin frá Mentanargrunni Klaksvíkar Kommunu.




