Stóra jólakonsertin hjá Klaksvíkar Tónlistaskúla verður í morgin 15. desember kl 19 í Miðhøllini á Skúlatrøð. Blandaðir bólkar framføra, bæði hugnalig jólaløg og annan tónleik. Vit fara at hoyra nógv ymisk ljóðføri. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Onkrar smærri konsertir hava verið, bæði á Tónlistaskúlanum og í Býráðshøllini, og aðrar verða í næstum. Næmingar hava eisini framført á Biskupstorginum til Norðurjól.




