Mánakvøldið 15. februar skipaði Klaksvíkar Tónlistaskúli fyri næmingakonsert í Miðhøllini á Skúlatrøð í sambandi við Torradagarnar.
Mánakvøldið 15. februar skipaði Klaksvíkar Tónlistaskúli fyri næmingakonsert í Miðhøllini á Skúlatrøð í sambandi við Torradagarnar.
Næmingar og lærarar framførdu bæði sum solistar og við samanspæli. Orkestrið Norðanvindar, við blásarum, klaveri, guitari, bass og trummum, spældi eina nýggja útseting av Ólavi Riddararós, sum Herluf Lutzen hevur gjørt til orkestrið og varð her talan um eina frumframførðslu.
Spældar vórðu ymiskar nýggjar útsetingar, “Ormin langa”, sum lærararnir Laila Nielsen og Torleik Mortensen hava gjørt. Páll Sólstein hevur útsett nakrar sangir av Jógvan Waagstein. Tey spældu m.a. “Nú rennur sólin fríð” við útseting av Kára Bæk og klaverkvartett spældi “Í sirmi”, ein útseting av Paula í Sandagerði.
Ein bólkur við blokkfloytum, tvørfloytum, guitar og klaver spældi “Nú liggur ein kavafonn”. Á skránni vóru eisini nøkur solostykki, m.a. tað væl kenda “Svanurin” fyri cello.
Klaksvíkar Tónlisatskúli hevur rúman bíðilista til tey ymsu ljóðførini, so sigast má, at áhugin hjá teimum ungu at sleppa at spæla ymisk ljóðføri, er stórur.
Væl av fólki møtti til ókeypis konsertina, sum var kl. 19.30 í kvøld.




