Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík.fo – Trivnaður og tryggleiki

John William Joensen

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu er ein bannari ovast á síðuni. Har koma ymisk slagorð fram, so sum trivnaður og tryggleiki.

Opinleiki, sum annars var eitt av slagorðunum til  seinasta býráðsval, er ikki nevndur. Helst er onkur góð orsøk til tað.
Men lat okkum halda okkum til trivnaðin og tryggleikan. Har er ivaleyst at tríva í. Hesi bæði hugtøkini eru eisini óloysiliga knýtt saman, tí skal trivnaður vera í einum samfelag er eisini neyðugt við tryggleika. Hesi bæði hugtøk eru eisini lyklaorð í samband við nýggju læknamiðstøðina. Kommunulæknarnir eru týðandi partar av tryggleikanum í kommununi. Uttan hendan tryggleikan, er trivnaðurin fyri álvarsligum bakkasti. Læknamiðstøðin skuldi vera ein týðandi partur av arbeiðnum við at gera tað tryggari at búgva í Klaksvík. Nú er rúm tíð liðin síðan læknamiðstøðin varð tikin í nýtslu, men enn er ikki nevnivert av virksemi í henni. Og spurningur er so um hon, soleiðis sum skipanin er, fer at hava nakra nevniverda ávirkan á trupulleikarnir, sum vit hava havt við kommunulæknaskipanini. Nú hevur tað í nógv ár verið soleiðis, at tað er sera trupult at sleppa til lækna. Tí hóast fýra læknastørv eru nomineraði, hevur sjáldan verið meira enn ein lækni tøkur. Tó hava tíðarbil verið, har tríggir læknar hava verið tøkir.
Grundtankin í skipanini við føstum læknum hevur verið at fólk skulu hava tann tryggleikan at sleppa til sín egna lækna, sum tey kenna væl, og sum kennir sínar føstu kundar. Men tað munnu vera fá sum altíð sleppa til sín fasta lækna. Tey flestu sum hava ein bráfeingis tørv, munnu hava tiki til takka við onkrum avloysara. Eisini hevur verið at hoyrt, at meðan teir føstu kommunlæknarnir hava verið so ovbyrjaðir av arbeiði, at heilsan viðhvørt hevur bila, hava summir av avloysarunum havt ov lítið at gera. Tá er ringt at fáa ungar læknar til at trívast í Klaksvík.
Helst er tað so at tíðin er farin frá verandi skipan. Ein nýggj skipan eigur at føra við sær, at læknamiðstøðin fer at virka sum læknamiðstøð, og ikki bara eitt nýtt hús til læknarnar. Tá læknamiðstøðin varð "tikin í nýtslu" alment, lovaði borgarstjórin at nú skuldi fjórða kommunulæknastarvið setast. Helst er tað so at fimm fuglar sita á tekjuni hjá borgarstjóranum, meðan arðir klaksvíkingar hava ein í hondini.

Tryggleiki og trivnaður?
Tíðliga í seinasta valskeiði, gjørdi ungdómur í Klaksvík vart við seg á ein hátt sum ungdómar fyrr hava brúkt, tá tey gerast desperat av, at ongin tímir at lurta eftir teimum. Herverk var framt í býnum, og miðbýurin varð yvirtikin av ungum fólkum. Tá kom borgarstjórin upp í leikin og lovaði at kommunan skuldi gera tað sum gerast kundi innan lógarinnar karmar. Eftirfylgjandi var ein almennur fundur í býráðshøllini, og tá hann var liðugur, vóru helst fleiri av okkum sum fingu tað fatan, at ein loysn sum líktist margarinfabrikkini í Havn, við einum dagligum leiðara, var í umbúna. Eg meini tað. Síðan er onki hent. Tað kann gott vera at fatanin í býráðnum er at trúðarsamkomur og ítrótturin er nóg miki til ungdómin, men tann dagin tunnilin undir leirvíksfirði letur upp, standa undirhaldstilboðini í Havn víðopin fyri okkara ungdómi. Mong, sum eiga børn í tí aldrinum, munnu longu nú síggja fram ímóti teirri vikuskiftisferðsluni við einum ikki heilt lítlum ampa.
Um eitt ungdómsmentunnarhús, soleiðis sum tað var lagt upp til tá, hevði lati upp, kundi hetta kanska skapt onkra synergieffekt, sum lat upp møguleikar fyri at onnur meira privatbaseraði tiltøk kundu fingist at bori til, men sum ikki einaferð, hevur Klaksvíkar kommuna ligi sjóvarfalli av sær. Í Havn hevur býráðið gjørt eina spurnarkanning millum ung um trivnaðarviðurskifti, við tí fyri eyga at bøta um hesi.. Í Klaksvík verður ungdómurin tagdur burtur.

Tryggleiki og trivnaður?
Eitt annað tiltak, har Klaksvíkar kommuna hevur møguleika fyri at fremja trivnað í Klaksvík, er svimjihøllin. Ein dynamisk leiðsla hevði gjørt at upplatingartíðirnar vóru tillaðagar einari nýggjari tíð við nýggjum krøvum frá ungum ættarliðum. Skúlarnir hava svimjihøllina til brúks ein øgiliga stóran part av vikuni, men teir brúka hana ómetaliga óeffektivt. Um hetta bleiv effektivisera, vildu nógvir tímar veri til taks hjá barnagørðum, dagrøktarmammum og øðrum. Men kommunalir leiðarar vera ikki settir eftir kvalifikatiónum og evnum til dymamist, hugflogsríkt virksemi. Teir vera settir politiskt. Evnini hava so lítið at siga tá politiska kabalan skal fáast at ganga upp. Og tíverri tykist tað sum um at borgarstjórin longu hevur funni sær avloysaran til leiðarastarvið í svimjihøllini. Og hví ikki? Frændi er jú, sum kunnugt, frænda næstur.
Nógv hevur heldur ikki verið gjørt við at bjóða svimjihøllina fram. Tað munnu vera nógv ár síðan at nøkur lýsing til frama fyri svimjihøllina hevur verið at sæð.
Tá lívbjargarar vera settir í svimjihøllina, er eitt krav at tey skulu hava lívbjargaraprógv. Men ongin krevur at tey skulu endurnýggja prógvini tá tey ganga út, og tískil hava trý av teimum fýra starvsfólkunum ikki longur galdandi lívbjargaraprógv.

Trivnaður og tryggleiki?
Í býráðnum er stemningur fyri kommunsamanlegging sum heild góður. Men í bygdunum uttanum Klaksvíkina er undirtøkan heldur lakari. Norðari partur av Kalsoynni hevur lagt saman við Klaksvík og vit fáa at síggja hvat tey fáa burturúr. Men Húsa kommuna er ikki sannførd, og kanska er tað tí at onkur hevur sagt teimum hvussu standurin er úti á Oyri. Tí tað sindri av trivnaði sum er í Klaksvík, røkkur bara út í Grøv. Úti á Oyri vassa fólk enn í seyðalorti, hestalorti og runu, og gøtuljós er bara naka sum vit kunnu síggja, um vit hyggja inn móti Klaksvíkini um kvøldarnar. Fyri stuttum stóð ein grein í einum blað um, at nú hevur Árnafjørður fingið sóttreinsa vatn. Eg tímdi ikki at lesa greinina. Tá Norðoyri fekk sóttreinsa vatn, vóru onkrir býráðslimir sum hildu at nú kundu vit tiga, tí nú høvdu vit fingið hesa stórfingnu gávu frá teimum. Anno 2005 má sóttreinsa vatn vera ein mannarættur, heldur enn ein virðisløn fyri langa og trúgva tænastu. Yvirskriftin átti tí at veri eitt fortørna "Hevur Árnafjørður núðstani fingið sóttreinsa vatn?".

Tryggleiki og trivnaður?
Klaksvíkar kommuna stendur fyri nøkrum stórum íløgum, sum kosta nógvar milliónir. Góðshavn í Ánunum, skúlar og barnagarðar, vegir o s fr. Men í øllum rokinum av milliónum, verður ofta gloymt at nógv ting kunnu gerast, bara við at umskipa okkurt, gera sær størri ómak, uttan at tær stóru útreiðslurnar standast av tí. Men helst er tað so at stórverk fyri hundraðtals milliónir, sita betri hjá politikarunum, enn smáting sum lítið og onki kosta, men sum kunnu krevja ópopulerar avgerðir.
Tá er so skjótt til at tryggleiki og trivnaður bara vera tvey bílig slagorð á einari heimasíðu.

Dánjal Jákup Meinertsson
Norðoyri