Sunnudagin 6. juni vitjar Thomas Høiland Auktioner A/S sum er stórsta uppisølan í norðanlondum av frímerkum og myntum í Klaksvík so tá verður møguleiki at leita fram gomul gjaldsmerkir, brøv og annað at fáa tey virðismett
Í brævi frá Thomas Høiland Auktioner A/S stendur at lesa at felagið á hvørju árið skipar fyri fýra uppboðssølum í Keypmannahavn og í Århus. Umsetningurin á hesum uppboðssølum er oman fyri 100 millíónir krónur og í sambandið við uppboðssølurnar verða stórir faldarar gjørdir við frímerkum, myntum og øðrum gjaldsmerkum, sum verður send til samlarar í meiri enn 50 londum. Eisini hevur felagið heimasíðu (www.thauctions.com). Á uppboðssølunum verða øll sløg av frímerkjum, myntum og onnur sløg av gjaldsmerkum seld.
Til Klaksvíkar
Í brævinum frá danska felagnum stendur at lesa at umboð fyri uppboðssøluna vitjað í Klaksvík á Norðoyastevnu, og har verður møguleiki at fáa gomul brøv, postkort, frímerkjasamlingar, gamlar myntir, pengaseðlar og øll sløg av privatum gjaldsmerkum virðismett.
Da vi ikke tidligere har besøgt Klaksvik er det derfor vort håb at så mange færinger som muligt vil benytte lejligheden til at "tømme kommodeskuffen" og få vurderet Deres materiale gratis og uforpligtende på denne dag. sigur Torben Ringtved í brævi til Norðlýsið.




