sigur fyrrverandi borgarstjórin, Jógvan við Keldu, sum heldur tað verða umráðandi at Norðoyggjar verða ein kommuna – sum skal eita Klaksvíkar Kommuna.
Tað hava javnan gingið søgur um at fyrrverandi borgarstjórin, Jógvan við Keldu, hevur ætlanir um at stillað upp til býráði, og tá vit í morgun hittu hann á málið var hann staddur í Keypmannahavn.
– Mær dámar ikki at taka støðu á fremmandari grund – men eg kann siga so mikið, at tann spurningurin stendur opin.
– Eg eri ikki nakar ársungi longur – men livið sera væl!
– Tað sum hevur størsta týdningin fyri meg er at vit fáa eitt visiónsríkt stýri í Klaksvík og sjálvur hevði eg verið sera fegin um vit fingu ein ungan visiónsríkan borgarstjóra.
– Eg eri í dag ein frælsur maður, sum havi nógvar spennandi arbeiðsuppgávur at tríva í.
– Tað var ein røtt avgerð ikki at stillað upp til løgtingið og vóru tað tríggjar orðsøkir til at eg tók tað avgerðina.
– Fyri tað fyrsta var tað 266b-málið og síðani tann óhugnaliga viðgerðin í tinginum, tá Føroyar gjørdust eitt valdømi.
– Harafturat dugdi eg at síggja, at Føroyskur politikkur í dag er fyri ung fólk sum ætla sær at liva av at argumentera/kjakast.
– Hetta slagið, sum dámar at argumentera ger eins nógvar feilir, sum vit sum taka skjótar avgerðir! – Munurin er tann at tey brúka longri tí at ásanna at tey hava gjørt nakran feil og so fer meira tíð til spillis.
Ikki tikið avgerð enn
Jógvan við Keldu undirstrikar tó at hann onga avgerð hevur tikið um hann skal stillað upp til býráði.
– Eg havi als ikki tosað við mítt persónliga- og politiska bakland – og tí havi eg als onga avgerð tikið enn.
– Eg havi eitt sera gott samband við Fólkaflokkin og serliga Norðoya Fólkaflokksfelag – men enn hevur hesin spurningurin ikki verið uppi at venda.
Norðoyggjar ein Kommuna
Fyrrverandi borgarstjórin er sera avgjørdur í spurninginum um norðoyggjar skal verða ein kommuna.
– Tað er eingin ivi um at norðoyggjar eigur at vera ein kommuna og navnið á hesari kommununi skal verða Klaksvíkar Kommuna.
– Klaksvíkar Kommuna er eitt vørumerki við einum innihaldi meðan eitt nýtt navn sigur ongum nakað sum helst.
Hevur gott forhold við borgarstjóran
Tað hevur ofta verið havt á málið at fyrrverandi og núverandi borgarstjórin eru sum reyðakýr – men hesum vísir Jógvan við Keldu aftur.
– Tað er einki sum liggur ímillum meg og Steinbjørn persónliga – men politiskt hava vit verið rættiliga ósamdir.
– Eg arbeiddi sum borgarstjóri fyri at fáa eitt prýðiligt tónlistahús í Klaksvík, men hetta feigaði núverandi borgarstjórin av borðinum og tað haldi eg var sera óheppið.
– Tíðin eg sat í minniluta í býráðnum, fekk eg einki ígjøgnum, og samanumtikið er sera langt millum meg og borgarstjóran politiskt.
Fer at taka støðu um stutta tíð
Jógvan við Keldu sigur at hann fer at taka støðu til uppstillingina um stutta tíð.
– Sjálvandi verður tað fyri Fólkaflokkin um so verður – tí eg haldi ikki at vit hava havt væleydnaðar royndir við borgaralistum.
– Tú hevur brúk fyri einum politiskum baklandi, annars stendur tú einsamallur og politiska skipanin er sera sterk og størri kommunalu eindirnar gerast – gerst politiska arbeiði enn meira sjónligt.




