Norðlýsið var við Atlantic Helecopters yvir Klaksvíkini og tók myndir um eitttíðina ídag
Sum sæst, so eru stórar fyrireikingar gjørdar. Festivalfyrireikararnir hava sett stór tjøld upp og Akursmørk er gjørd um til eitt Silvaland fyri børnini.
Vit fingu ein lítlan forsmakk uppá festivalin í gjárkvøldið, tá sera nógv fólk var í býnum og í kvøld og í annaðkvøld væntast eini 10.000 fólk at vera í býnum, ella dupult so nógv sum vanliga búgva her. Flestu skipini, sum hava møguleikan, liggja inni hetta vikuskiftið og tí er eisini trongligt við brúgvarnar, men tó vórðu ikki nógvir stuttleikabátar komnir tá vit vóru við tyrluni, men flestu teirra hava boða frá komu til Klaksvíkar seint seinnapartin.




