Christian Mathisen, Árni Zachariasen og Anita Kjærbo hava stovna Spf. Deep C Fishing við tí fyri eygað, at fara undir krabbafiskiskap undir Føroyum.
Christian Mathisen, skipari sigur, at í felagið tey hava stovnað, hevur gjørt eina samstarvsavtalu við P/F Eysturoy um at leggja um línubátin Mascot til krabbaveiðu. Vit eru komnir somikið langt við at byggja bátin um til hesa veiðu, at eg rokni við at vit fara á fyrsta túrin komandi mikudag. Vit vera 10 mans við á fyrsta túrinum.
Tá eg spyrjið Christian Mathisen, um hann kennir nakað til krabbaveiðu undir Føroyum, sigur hann, at hann hevur verið skipari á Túgvusteini og harfrá hevur hann eina ávísa vitan. Eg haldi at suðuroyingar vóru fyrstir at royna eftir krabba. Síðani kollfirðingar og nú í 19 ár hevur Thor havt royndarfiskiskap eftir krabba við Túgvusteini.
Tað sum fæst at vita í hagtølum er, at royndarfiskiskapurin gevur smá 20 tons um mánaðin, og vit hava sett nøsina upp eftir at kunna fiska nøkunlunda tað sama. Prísurrin er góður og áhugin hjá keyparum er stórur, tað hava vit merkt, síðani vit fóru undir hesa ætlanina.
Vit høvdu eitt ynski um at kunna brúka 2000 rúsur, men fingu bert loyvi til 1000 rúsur, so tað hevur skert okkum nakað, tí við 2000 rúsum høvdu vit fingið eina meiri javna gongd í veiðuni. Men nú fara vit at royna.
Eg ivist onga løtu í, at megna vit at fiska og hagreiða krabba til tey krøv sum fiskakeyparar seta, so skulu vit nokk fáa hetta at koyra. Umborð verða bein og kjaftar tikin av krabbanum og innfryst.
Lastin á Mascot er umgjørd til frystigoymslu og á dekkinum eru tvær innfrystitunellir.
Norðlýsið ynskir Deep C Fishing góða eydnu nú teir hava funnið eitt pláss ígjøgnum nálareygað.




