Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingar reiða ból til festivalgestir

(Erik Biskopstø)

Í sambandi við Summar Festivalin eru tað fyribils útlutað 210 tjaldingarpláss, 60 matriklar til húsvognar og 70 atløgupláss til stuttleikabátar. Hesi kunnu bíleggjast frá Norðoya Kunningarstovu

Tey, sum ætla sær á Summar Festival, kunnu nú tryggja sær hóskandi grundstykki til tjøldini, eitt frægari bátapláss ella ein góðan matrikkul at seta sín húsvogn. Býarportrið stendur á víðan vegg og øll skulu vera vælkomin, verður sagt úr Klaksvík.

– Alt summarið hava vit havt úr at gera at svara fyrispurningum og taka ímóti bíleggingum í samband við Summarfestivalin. Okkara avbjóðing er nú at herberga øllum teimum, sum ætla at gista í tjøldum, at búleikast í húsvognum og at halda til umborð á stuttleikabátum, sigur Maiken Steinberg, sum er leiðari á Kunningarstovuni í Klaksvík.

Næstu dagarnar fáa Maiken og hennara fólk úr at skipa og taka ímóti bíleggingum frá mongu festivalgestunum. Og aftur í ár verður fyrilit tikið til familjur, ungdómar og aðrar áhugabólkar, soleiðis at øll skulu kenna seg væl á Summarfestivalinum.

Sum tað skilst, so verður náttúruperlan úti í Grøv og tann vakri og friðaði Gerðabøurin millum støðini, har møguleiki verður at tjalda. Teir flestu stuttleikabátarnir fáa atløgupláss á Stongunum
og á sólsíðuni av býnum verður eisini eitt stórt økið til nógvu húsvognarnir og motorsúklurnar, sum ætla sær at vitja festivalin.

Fólk, sum vilja tryggja sær eitt pláss til tjaldi, bátin ella húsvognin, kunnu venda sær til Norðoya Kunningarstovu frá mánadegnum.