Stovandi aðalfundurin verður leygardagin á Skúlatrøð.
Jóan Petur Joensen er ein av stigtakarunum.
– Vit vóna, at nógv fólk sum kenna og hava áhuga fyri súkkling møta upp á stovnandi aðalfundinum. Í fyrsta umfarið verður talan um nakrar felagstúrar og vónandi fara vit at hava barnavenjingar seinni. Fríggjakvøldið á Norðoyastevnu verður triathlon kapping í Klaksvík við bátabrúgvarnar, sigur Jóan Petur Joensen.
Ymisk súkklutiltøk vera leygardagin í sambandi við Virkið Vár. Stovnandi aðalfundurin verður á Skúlatrøð leygarkvøldið 22. mai kl. 18.00.



