Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingar stríddu seg til javnleik

John William Joensen

Hóast eina trilvandi byrjan megnaði KÍ at fáa stig móti HB í Gundadali.

Tá farið var til hálvleiks vóru tað ikki mong sum roknaðu við at KÍ fór at megna at fara aftur til Klaksvíkar við nøkrum stigi í sjáttuni. Hóast máltalvan vísti eitt mál í part, so skerst ikki burtur at KÍ stóran part av fyrru hálvu var reduserað til ein verjugarð, sum var trýstur aftur í brotsteigin av einari sannari HB flóð.
Serliga tað einu ferðina vóru harurnar frekar. Tað var tá Jákup á Borg tá hann kom at standa púra einsamallur framman fyri einum naknum kí-málverja. Men hesuferð nýtti hesi evnaríki fótbóltsnillingurin øll síni kynstur fyri at fáa bóltin upp um málið.
Harurnar úr HB høvdu hópin av øðrum málmøguleikum, men tað fara vit at lata høvuðstaðarpressuna skriva um. Í staðin var tað Esbjergarin, Jacob Bymar, sum legði KÍ á odda við einum sera snildisligum máli. Hesin sera skjóti og ágrítni KÍ-áleyparin smeyg sær fram um verjuleikara og lyftið bóltin við høvdinum upp um HB málverjan.
Eitt sera gott mál, sum tó sjálvandi av høvuðstaðarpressuni var umrøtt sum ein verjuvilla.
Í 43. minutti eydnaðist tað Rúna Nolsøe hjá HB at fáa bóltin í KÍ málið og við hesum kundu bæði liðini fara til hálvleiks.

Flindt fekk harurnar
at renna undan.
Sum eg byrjaði frásøgnina, so mugu vit viðganga at tað var fáur sum roknaði við at KÍ fór at sleppa heilskapað burtur úr hesum dystinum, sum havnamenn, vælhjálptir av nøkrum góðum klaksvíkingum, høvdu sett seg á.
Flindt-urin hevur óivað givið fyrst og fremst miðvallarunum hjá KÍ ein uppsang, tí í seinra hálvleiki stóðu teir munandi betur á vøllinum.
Serliga teir báðir bakkarnir hjá KÍ, Jan Andreasen og Harley Bertholdsen, megnaðu sum dysturin leið fullkomuliga at steðga Heðin á Lakjuni og Jákup á Borg.
Rógvi Jacobsen, sum var lyklaspælarin hjá HB í stórsigrinum á B36, var næstan ikki at síggja. Teir báðir Ovi og Niclas vunnið flestu dystirnar við fyrrverandi KÍ-leikaran, og so varð eingin broddur í HB álopinum.
Sum seinri hálvleikur leið lá líka sum í luftini at KÍ kanska fór at fáa avgerandi málið, men tað kom ongantíð. Hóast Atli Danielsen, er lokomotivið á miðvøllinum hjá KÍ, so hevði hann í so góðan hug at fara sjálvur og aloftast endaði tað við at KÍ misti bóltin.
Samanumtikið hevði KÌ møguleika at fáa fulla úrtøku burtur úr men eitt stig í Gundadali er ikki at forsmáa.
Sum støðan er í løtuni hevur KÍ brúk fyri stigum, men tað er tó í so nógv at vanta at stigini fór at koma úr Gundadali.
Dysturin í Havn var alt í alt eitt positivt upplivilsið fyri leikarar og viðhaldsfólk og tað gevur mót um at vit óivað fara at fáa gongd á stiga innsavningina. Og fyrsti dystur á skránni er VB í Klaksvík og har er bert eitt sum telur, nevnuliga ein sigur til KÍ.

Koyr á KÍ.
jwj