Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Klaksvíkingur” ætlar sær olympiskt heiðursmerki

John William Joensen

“Klaksvíkingurin” David Carry skal umboða Stóra Bretland í 4 X 200 m frísvimjing í OL í Athen í morgin kl. 9 føroyska tíð

22. ára gamli David Carry úr Aberdeen er ikki heilur men kvartur Klaksvíkingur. Hann er ommusonur Haslu Josephsen, dóttur Mallu og Hans Josephsen. Hasla Giftist til Skotland við Alexander Elder.
Eisini skal hann í hylin í morgin kl. 18 føroyska tíð.
David Carry hevur verið á venjingarlegu í Australia undan OL og her hevur hann forbedra sínar tíðir munandi.
Við blaði Evning Express sigur David at hann æltar sær at náa heiðursmerkjaplássini.