Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur bjargaði 10-mannafarsróðrinum á ólavsøku

Jákup Ósá

Vit fingu framúr kapping hjá 10-mannaførunum á ólavsøku.

Kjak hevur verið frammi um manningin á Klaksvíkingi skuldi sleppa at skifta ímillum bátastøddir gjøgnum kappingarárið. Men hópurin handan Klaksvíking eigur nógv rós fyri kappingarárið 2014, hóast umstøðurnar ikki loyvdu teimum at manna bátin til allar stevnurnar. Teir møttu upp á heimasjógvi við alternativari manning og venjing í 2-3 vikur. Og meldaðu síðani alment út undan ólavsøku, at teir ætlaðu at bjóða Drekanum Reyða av og geva honum kapping til strikuna. Hóast teir bara vandu í 2 vikur. Ein djørv avgerð, men motivatiónin hevur uttan iva verið, at skapt sensatiónina við at vunnið móti einum báti, sum hevur vunnið og vant í alt ár.

Úrslitið var, at vit fingu ein framúr róður hjá 10-mannaførunum á ólavsøku. Tann nýggi og lættari Drekin Reyði kom best frá startinum og helt leiðsluna inn eftir. Men Klaksvíkingr byrjaði at ganga, tá hann kom innum Molan. Munurin styttist allan vegin inn og á málstrikuni var ein áleið ein hálvur skutur. Drekin Reyði fekk sostatt kappingina, sum hann hevur eftirlýst og tað er neyvan nakar ivi um, at teirra sigur á ólavsøku av tí sama føldist nógv betri enn allir hinir sigrarnir. Teir á Klaksvíkingi vóru so nær við, at kanska ein vika við venjing afturat hevði verið nokk til at framt eitt bragd, sum onkur hevur kallað tað. Tað fáa vit ongantíð at vita. Samstundis vóru ikki ikki í róðrarvenjing (sum sum í bólt ítrótti kallast dystarvenjing). Men 10-mannafarsróðurin á ólavsøku livdi av sonnum upp til vónirnar um ein spennandi róður heilt inn á málstrikuna. Drekin Reyði vann sostatt FM kappingina hjá 10-mannaførunum við fullum stigatali.

1. Drekin Reyði 04.03.21

2. Klaksvíkingur 04.04.04

3. Vestmenningur 04.08.13

4. Havnarbáturin 04.13.13

5. Eysturoyingur 04.15.10

6. Ormurin Langi (RK) 04.22.02

7. Hoyvíkingur 04.36.00

Harleywoodpaint