Klaksvíkingur er nú varaforseti í
Finnbjørn Vang greiðir soleiðis frá, hví hann er valdur til varaforseta í ECU.
– Í Monaco í november 2013, tá ið Talvlandsliðið telvaði við í Small Nations, fór eisini nógv politiskt talv-virksemið fram. Sum umboð fyri Føroyar og partur av “European Small Nations Association”, varð eg spurdur um vit sum felagsskapur, og eg umboðandi Føroyar, ikki høvdu hug at vera við í ECU valinum. Satt at siga, so nevndi eg tríggjar aðrar “Small Nations” forsetar, sum eg metti vera góð umboð, men Zurab vildi hava meg at stilla upp. Felagsandin í ESNA er góður og hava vit eitt sera gott samstarv. Tá ið eg eisini fekk váttan fyri, at uppbakningurin
til mín persónligani var stórur, so var ringt at siga nei.
– Tað eru 54 stemmur í Evropa og av teimum hevur ESNA í teoriini nærum 20%, so politiskt kann ESNA spæla ein avgerandi leiklut, um vit megna vit at standa saman. Harumframt eru Føroyar limir í Norðurlendska Talvsambandinum og hevur gott samstarv við Norðurlond. Mín leiklutur var at ávirka Norðurlendsku- og ESNA atkvøðurnar. Samanumtikið eydnaðist tað bara heilt væl. Av Norðurlondum valdu 2-3 av 6 tjóðum Zurab og í ESNA áttu vit 7-8 av 10. Norra hevði eisini eitt umboð, men á listanum hjá Silvio, so kappingin um stemmurnar í Norðurlondum var hørð, sigur Finnbjørn Vang
Finnbjørn sigur víðari, at tað at hann er varaforseti nú ger, at Føroyar kunnu fáa fleiri møguleikar í talvheiminum.
– Fyri meg var tað avgerandi, at TSF við hesum hevði ein kjans at sita við borðið, har avgerðirnar verða tiknar. Harumframt at vit sum talvtjóð kunnu fáa alt fleiri kontaktir víða um, sum burdi gjørt tað lættari at fingið tilboð til okkara telvarar. At vit sum ein smátjóð í talvi, kunnu vera við á hægsta stigi, meti eg eisini sum eina álitisváttan til føroyska telving og vóni eisini at kunna gera góða reklamu fyri Føroyar, sigur Finnbjørn Vang at enda.
KVF hevði eisini samrøðu við Finnbjørn fyrr í vikuni. Samrøðan kann hoyrast HER.




