Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkingur er nýggjur høvuðsungdómsvenjari hjá ÍF

Jákup Ósá

ÍF hevur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara.

ÍF hevur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara. Talan er um ungdómsvenjara, sum í fleiri ár hevur virkað sum høvuðsungdómsvenjari hjá KÍ.

Jóan Pauli Jacobsen verður høvuðsungdómsvenjari hjá ÍF komandi tvey árini. Jóan Pauli hevur A-venjaraútbúgving umframt, at hann hevur nógvar venjararoyndir m.a. sum høvuðsungdómsvenjari hjá KÍ.

– Eg havi verið venjari í 25 ár, harav 7 sum høvuðsungdómsvenjari. Mest sum øll árini í KÍ, so eg haldi, at bæði eg og KÍ hava brúk fyri onkrum nýggjum í eina tíð. ÍF er júst flutt niður úr bestu deildini og hevur brúk fyri einari nýggjari byrjan. Eg havi royndir frá 2009, tá KÍ flutti niður og júst tær royndirnar kunnu kanska koma ÍF tilgóðar komandi árini, sigur Jóan Pauli Jacobsen um orsøkina fyri, hví hann hevur valt at taka hesa avbjóðingina í ÍF á seg.