Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur er sera væl fyri

Jákup Ósá

10-mannafør: Stendur tað upp til Magnus Norðberg, royndan rógvara umborð á Klaksvíkingi, so vinnur Klaksvíkingur, við nýggjum báti, í ár sítt 6. FM heiti av 6 møguligum seinastu 10 árini. – Men kappingin verður hørð og vit mugu avrika til okkara besta, heldur hann.

10-mannafør: Stendur tað upp til Magnus Norðberg, royndan rógvara umborð á Klaksvíkingi, so vinnur Klaksvíkingur, við nýggjum báti, í ár sítt 6. FM heiti av 6 møguligum seinastu 10 árini. – Men kappingin verður hørð og vit mugu avrika til okkara besta, heldur hann.

Hagtølini hjá Klaksvíkingi seinastu 10 árini tala fyri seg. FM í 2006, 2009, 2011, 2012 og 2013. Í hesum tíðarskeiðnum hevur Klaksvíkingur ikki róð hini kappingarárini, so FM úrtøkan er 100 %, tá teir hava luttikið. Nakrir av rógvarunum ganga aftur og tað finnast enntá tríggir, sum hava verið við øll árini og sum aftur eru við á Norðoyastevnu í ár. Teir eru Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, Janus Dam-Jacobsen og Magnus Norðberg. Norðlýsið hevur hitt Magnus Norðberg til eitt prát um kappingarárið, sum stendur fyri framman.

Ber ikki til at gevast

Magnus Norðberg boðaði annars frá eftir ólavsøkuróðurin í 2013, at tað var hansara seinasti róður á hægsta stigi. Men Magnus helt ikki orð, og tað eru mong kring kappróðurin í Klaksvík helst glað fyri.

– Tað vísir seg, at tá ein fyrst er byrjaður at rógva, so er ringt at steðga. Og so vísti tað seg, at tað bæði við arbeiði og ikki minst einari góðari konu, sum tekur eitt sindur av eyka ábyrgd heima, so bar tað til. Tá ein hevur 3 børn, so er tað mest umráðandi at hava góðan stuðul heima, tí annars ber hetta ikki til. Men tað er lættari sagt enn gjørt at gevast. At rógva kapp saman við nógvum av sínum bestu vinmonnum og góðum ítróttarmonnum er nakað gott og nakað menniskjaligt, sum ein ikki kann gera upp í krónum og oyrum. Men eg fari ongantíð at siga aftur, at hetta er mítt seinasta ár ella seinasti róður, sigur Magnus við einum smíli.

Friður yvir fyrireikingunum

Magnus Norðberg sigur, at ein av fyrimununum hjá Klaksvíkingi í ár hevur verið, at tað hevur verið ein friður yvir fyrireikingunum, har tað fyri langari tíð síðani var greitt, at báturin bleiv mannaður, og at tað ikki bleiv neyðugt at fara út eftir nýggjum fólki.

– Vit hava havt ein hóp kláran fyrr, enn vit kanska nakrantíð hava havt fyrr. Tað merkir, at 16 mans hava sett seg á maskinurnar øgiliga tíðliga. Hjá summum hevur tað verið eitt sindur ’’on og off’’. Men onnur ár hava vit ofta ikki funnið teir báðar seinastu menninar fyrr enn í apríl og onkuntíð enntá er onkur komin umborð í hálvum mai mánaða. Tað hava vit sloppið undan hesaferð, tí vit fingu kabalina at ganga upp, og tað gjørdi hon so við, at teir báðir seinastu komu fyrst í hesi vikuni. Men til næstan hvørja stevnu, so koma vit at skifta onkran mann út. Men har hava vit greiðar avtalur um, at kemur ein nýggjur maður umborð, so hevur hann verið ígjøgnum júst ta somu venjingina á maskinum sum vit aðrir. Tað merkir, at ein maður, sum kanska bara rør í 4 minuttir í summar (eina stevnu, blðm.), hevur vant tað sama á maskinunum sum hinir, ið hava róð alt árið. Tað skuldi verið ein fyrimunir, at vit hava roynt tað fyrr at skift út gjøgnum árið, og harafturat vita vit allir, hvat hvør stendur inn fyri, sigur ein bjartskygdur Magnus Norðberg.


Hava vant meir enn nakrantíð

Magnus sigur, at teir umborð á Klaksvíkingi hava fyrireikað seg væl og vant nógv. Tí teir vænta, at støðið verður hægri enn nakrantíð.

– Fyrireikingarnar hava gingið væl. Fyrst í hesi vikuni komu teir báðir seinastu menninir heim frá lestri og arbeiði, so Norðoyastevnu manningin hevur vant í nakrar dagar saman. Vit royna hvørt ár at betra okkum og vera betri fyri, tí vit trúgva uppá, at mótstøðumenninir flyta seg og kappingin harðnar hvørt ár, og tí mugu vit eisini flyta okkum. Síðani vit fóru í bátin miskeiðis í apríl mánaða, so hava vit havt ymiskar mans umborð. Tá teir hava verið tøkir, so hava vit verið úti, men ofta hava vit eisini vant inni, tí menn ikki hava verið tøkir, hóast vit eru ein hópur uppá kanska 16-17 mans. Vit hava vant nógv. Nakrir av okkum eru typiskt í gongd alt árið við vektum o.s.v.. Og so hava vit grava fram onkrar av teimum, sum róðu við fyrr. Tað sum vit gjørdu fyri at fáa fólk við var, at vit spurdu teir sum hava róð við fyrr, um teir høvdu hug at rógva, og tá vísti tað seg, at áhugin var so mikið stórur, at tað var ikki neyðugt at fara út eftir nýggjum fólki. Frá fyrst í januar av hava vit vant 5 ferðir um vikuna inni og um hálvan apríl fóru vit í bátin. Og hesar seinastu vikurnar áðrenn Norðoyastevnu eru vit nærum hvønn dag í bátinum og tað er eisini tí, at vit hava nýggjan bát í ár. Vit hava vant nógv, men tað er ein nýggj samanseting, tí summir hava ongantíð róð saman fyrr, hóast teir hava róð við Klaksvíkingi fyrr. So tað er trupult at seta hesa manningina upp ímóti gomlum manningum hjá Klaksvíkingi, men eg haldi tað minnir nógv um, har tað kanska er meira róð yvir tí heila áðrenn kappingarbyrjan, heldur hann.


Nýggi báturin gevur avbjóðingar

Royndi rógvarin sigur, at tað er ikki ’’bara bara’’ at fara umborð á nýggjan bát, nú KRF í ár hevur valt at útvega sær nýggjan Klaksvíking, sum bátasmiðurin Sámal Hansen hevur smíðað.

– Eg trúgvi at flest allir høvdu roknað við, at tað at fáa ein nýggjan bát fór at vera ein stórur lætti og ein fór at merkja tað beinanvegin, at alt var nógv lættari. Ja, man kundi næstan sleppa frá at seta á, tí báturin fór næstan sjálvur. Men soleiðis er ikki. Ein blívur kanska eitt sindur kløkkur av at síggja, hvussu ymiskt tað er at rógva hendan bátin í mun til tann gamla. Hesin flýtur hægri. Tað gevur avbjóðingar. Tú situr annarleiðis og vinkulin hjá árini niður í sjógvin er heilt annarleiðis. So her eru nógv ting, sum vit ikki eru vanir við. Vit hava merkt nýggjar árablørður, bekksár o.s.v., sum ein ikki plagar at fáa um hesa tíðina og eisini at fáa andsperri. Báturin livir og flytur seg øðrvísi, so hetta var ikki júst so einfalt, sum ein gjørdi tað til. Men vit eru øgiliga glaðir fyri loysnina og at nýggi báturin er komin, tí hetta fer at gera tað, at vit hava ein støðugan bát, meðan hin báturin eftir hondini skuldi fáa ymiska viðgerð rættuliga ofta og ofta av okkum sjálvum, og tað hevur ikki altíð verið líka gott. So hetta er avgjørt ein betri loysn. Eg haldi, at hetta er júst rætta tíðspunktið at skifta bát. Vit hava kannað vektina og tað vísir seg, at tann gamli vigar 285 kg., meðan hesin vigar 245 kg. So tað eru 40 kg. á muni og tað merkja vit í mátanum sum báturin flýtur. Men eg trúgvi, at til Norðoyastevnu, so hava vit fingið tingini uppá pláss, tí vit síggja stóran mun frá hvørjari venjing, so tað skal ikki vera nøkur umbering leygardagin, leggur hann dent á.

Fáa harða kapping

Á Norðoyastevnu vera fimm 10-mannafør við. Tey eru Drekin Reyði, Ormurin Langi, Havnarbáturin, Nólsoyingur og so Klaksvíkingur. Magnus væntar harða kapping frá serliga Drekanum Reyða og Orminum Langa.

– Á jólum og nakrar ferðir tíðliga í ár var eg í Tórshavn og tá meini eg, at eg havi sæð allar fýra manningarnar í høvuðsstaðarøkinum verið í bátinum. So vit vænta ógvuliga væl fyrireikaðar og seriøsar ítróttarmenn, sum koma at kappast ímóti okkum. Og eg trúgvi, at vit mugu avrika optimalt fyri at vit skulu vinna. Vit eru eisini glaðir fyri, at teir í Tórshavnar Kommuna kunnu manna fýra bátar, og tað hava teir rós uppiborið fyri. Hinvegin er tað ótrúliga harmiligt, at Suðuroyingur, Eysturoyingur, Vestmenningur o.a. ikki eru við, men vit eru ótrúliga spentir. Vit vænta eina harða kapping, hóast mótstøðan kanska er nakað ókend. Um vit taka Drekan Reyða í fjør, so var hann rættuliga sterkur og faktisk betri, enn vit høvdu væntað. Tí vit høvdu rímuliga góðar vónir fyri at taka hann á ólavsøku, men tá vísti tað seg, at hann var sterkari enn ein kanska hevði gjørt sær far um. Og eg rokni við, at teir eru uppaftur meira fyrireikaðir og samansjóðaðir hesaferð við teirra nýggja báti. Teir umborð á Orminum Langa róðu við Knørri í fjør og vóru tann besta manningin at enda. So her sær út til at blíva ein hørð kapping. Men gera vit okkara besta á okkara degi, sum vit vanliga gera, so vinna vit. Men tað halda hinar manningarnar sjálvandi eisini, so eg trúgvi at besta manningin vinnur á Norðoyastevnu, sigur Magnus.


Roynd manning

Sum áður nevnt, so er talan um eina roynda manning á Klaksvíkingi í ár. Tí tað er bara ein í hópinum, sum ikki hevur roynt at róð við bátinum áður, men hann hevur eisini kappróðrarroyndir.

– Hetta er ein roynd manning, tí allir mans hava róð við Klaksvíkingi fyrr uttan ein. Tað er enn ein Venned maður, nú Uni Venned kemur umborð. Hann hevur royndir frá Sølmundi við 6-mannaførum. At tað er ein roynd manning ger, at vit sleppa undan at brúka orku uppá at fáa ymiskt at sita, tí menninir vita, hvat skal til. So nú er tað meir at fáa samansjóðingina at rigga og vektbýti í bátinum umframt onkur meira teknisk ting.

Manningin á Norðoyastevnu er hendan: Kristian Eli Zachariassen(róðursmaður), Jákup Hansen, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, Sonni Eliassen, Uni Venned, Janus Dam-Jacobsen, Ólavur Nybo, Magnus Norðberg, Jón Syderbo, Bárður Venned og Ebbe F. Petersen.

– Afturat hesum, so eru Heini Hátún, Hjálmar Hátún, Sámal Einarsson og Ólavur Weihe bundnir at bátinum og vit hava eisini havt aðrar at hjálpt til, sum kanska eisini vera við seinni í ár, sigur Magnus Norðberg at enda.