Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkingur fer at bjóða Orminum Langa av

Jákup Ósá

Nú er greitt, at Klaksvíkingur verður við aftur eftir steðg í tvey ár.

Føroyameistarin í 2006, 2009, 2011, 2012, 2013, 2015, 2017 fer í 2021 at bjóða føroyameistaranum í 2018, 2019 og 2020 av í kappingini um meistaraheitið hjá 10-mannaførunum, har Ormurin Langi ikki hevur fingið stórvegis mótstøðu seinastu árini.

Tað boðar KRF frá á síni facebook síðu í kvøld. Sum Norðlýsið skilir, so er tað unga manningin á Nevinum Reyða, sum í 2020 vann allar róðrarnar uttan á ólavsøku, sum í stóran mun mannar bátin umframt, at nakrir av eldri rógvarunum, sum áður hava vunnið føroyameistaraheitið við Klaksvíkingi, manna írestandi plássini. Sum skilst hevur Ormurin Langi nærum somu manning sum í 2020 og tí er lagt upp til eina spennandi kapping í summar.

Norðlýsið fer at gera meira burturúr kappingarárinum, tá vit nærkast Norðoyastevnu, tá fyrsti FM-róðurin er á skránni.