Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur formaður fyri Kringvarp Føroya

Norðlýsið

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, hevur tilnevnt stýrið fyri Kringvarp Føroya.

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, hevur sambært nýggju kringvarpslógini, sum kom í gildi á nýggjárinum, tilnevnt stýrið fyri Kringvarp Føroya.



Tilnevnd í stýrið eru:



    Símun Absalonsen, grannskoðari, Tórshavn, formaður



    Kristina Samuelsen, løgfrøðingur, Tórshavn, næstformaður



    Páll Isholm, cand. mag., Syðrugøta



    Krista Hvannastein, námsfrøðingur, Haraldssund



    Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, Tórshavn



    Mia Pedersen, sjúkrarøktarfrøðingur, Vestmanna



    Dia Midjord, journalistur, Tórshavn







Stýrið er ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvirskipaða ábyrgd av, at ásetingarnar í kringvarpslógini og aðrar fyriskipanir um virksemi stovnsins verða fylgdar.



Sambært kringvarpslógini verða fýra limir og fýra varalimir valdir eftir tilmæli frá politisku flokkunum, ein limur og ein varalimur verða valdir sum umboð fyri starvsfólkini í Kringvarpi Føroya, og landsstýrismaðurin í mentamálum tilnevnir tveir limir og tveir varalimir.



Eftir tilmæli frá flokkunum hevur landsstýrismaðurin valt Kristinu Samuelsen, Páll Isholm, Eyðun Joensen og Miu Pedersen. Dia Midjord er valdur sum umboð fyri starvsfólkini. Landsstýrismaðurin hevur sjálvur valt Símun Absalonsen og Kristu Hvannastein. Landsstýrismaðurin hevur sambært kringvarpslógini tilnevnt formann og næstformann fyri stýrið.



Varalimir eru:



    Durita Djurholm, HD í roknskapi, Tórshavn, varalimur fyri Símun Absalonsen



    Jógvan Fríðriksson, prestur, Gjaranes, varalimur fyri Kristinu Samuelsen



    Sigurlaug Nielsen, lærari, Vestmanna, varalimur fyri Páll Isholm



    Uni Næs, prestur, Fuglafjørður, varalimur fyri Kristu Hvannastein



    Marita Dalsgaard, skúlastjóri, Glyvrar, varalimur fyri Eyðun Joensen



    Hjørdis Háberg Petersen, avgreiðslufólk, Kollafjørður, varalimur fyri Miu Pedersen



    Herluf Sørensen, framleiðsluleiðari, Tórshavn, varalimur fyri Dia Midjord