Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkingur hekk fastur í startinum

Jákup Ósá

Klaksvíkingur misti 4-5 tøk í startinum, tí báturin hekk eftir, og tað kostaði nógv, heldur bátsformaðurin Magnus Michalsen.

Fleiri løgdu til merkis, at Klaksvíkingur fekk ein ringan start í róðrinum á Norðoyastevnu. Og tað hevði sína orsøk, tí Klaksvíkingur hekk fastur, greiðir bátsformaðurin frá. Hann var annars nøgdur við róðurin og væntar at kunna geva Orminum Langa harðari kapping á næstu stevnu eftir, at Ormurin Langi í dag vann tryggan sigur í Klaksvík.

– Róðurin var góður, og vit høvdu góð tøk. Men vit hingu eftir í startinum, og tað kostaði okkum. Eftir eini 4-5 tøk fingu vit startin leysan og tá máttu vit innheinta nógv aftur og tað rakk ikki. Tú fært ikki startin sum tú vilt hava og tempo’ið fer út av lagi av einum slíkum starti. Starturin hevur nógv at siga og høvdu vit fingið hasi tøkini við, so høvdu vit verið eina hálva ella kanska eina bátslongd longri frammi. So næstu stevnu verður tað nokk tættari frá nummar eitt og til tann næsta. Men vit fylgdust við Suðuroyinginum inneftir, meðan eg ikki sá Ormin Langa. Eg haldi hann fór frá okkum í endaspurtinum, segði Magnus Michalsen við Norðlýsið eftir róðurin.

Harleywoodpaint