10-mannafarið hjá KRF var í flokki fyri seg í Fuglafirði í dag.
Tað sást ikki, at tað fyri fyrstu ferð í ár var eykamaður við Klaksvíkingi. Tí Klaksvíkingur var í flokki fyri seg í Fuglafirði á varmakeldu í dag. Tað var javnt fyrsta partin av teininum, men í miðróðrinum legði Klaksvíkingur seg á odda og økti munin allan vegin móti málinum og vann við knappum tveimum bátslongdum.
Við hesum hevur Klaksvíkingur vunnið allar fýra róðrarnar av kappingarárinum higartil við greiðum muni aftur til Ormin Langa, sum hevur vunnið føroyameistaraheitið síðstu trý árini. Nú verður steðgur í tvær vikur, tá vestanstevna verður áðrenn norðoyastevnuróðurin og ólavsøkuróðurin.




