Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkingur og Norðingur kappast um at taka leiðsluna

Jákup Ósá

Tað er 1-1 undan FM-róðrinum í Hvalvík.

FM-kappróðurin bleiv útsettur eitt døgn vegna veður. Sunnudagin sær út til at blíva góð líkindi at rógva í Hvalvík, har sundalagsstevna er.

Fípan Fagra við gentum 17-18 ár og Páll Fangi við monnum hava vunnið báðar róðrarnar higartil, so KRF sær út til at fáa fleiri meistaraheitir aftur í ár.

Hjá 10-mannaførum er stórur spenningur í norðoyauppgerðini millum Klaksvíking og Norðing. Norðingur vann við knappari hálvari bátslongd í Klaksvík, meðan Klaksvíkingur vann við góðari bátslongd í Runavík. Nú skulu vit finna útav, hvør skal leggja seg á odda 2-1, og tá er tann báturin bara eina stevnu frá at tryggja sær í minsta lagi finaluróður á ólavsøku, um nú hesir verða nr. 1 og 2 allar stevnurnar sum higartil. 10-mannaførini rógva kl. 17.30 sambært skránni hjá RSF.