Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur rør ikki í ár við sigursvandu manningini

Jákup Ósá

Mest sannlíkt verður báturin ikki mannaður og í øllum førum ikki við sigursvandu manningini.

FM í 2006, 2009, 2011, 2012, 2013 og 2015. Tað eru søguligu og vøkru hagtølini hjá Klaksvíkingi seinastu 10 árini. Men tað legst ikki afturat hesum í 2016, tí sigursvanda manningin hevur tikið avgerð um, at báturin verður ikki mannaður í ár. Tað staðfesti Magnus Norðberg í nýggjárssendingini hjá 3-2 í KVF. Um so verður, at Klaksvíkingur verður mannaður, so verður tað við aðrari manning og ikki søguligu manningini, har nógvir rógvarar hava gingið aftur í fleiri av FM árunum.

Sum skilst arbeiðir manningin, sum í 2015 róði umborð á Páll Fanga við góðum úrslitum, at manna bát. Men mest sannlíkt verður hetta antin við 6-mannafarinum Páll Fanga ella við 8-mannafarinum Nevinum Reyða.