Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkingur settur sum venjari hjá kappróðrarfelagnum Tindi

Jákup Ósá

Talan er um venjara, sum í fleiri umførum hevur verði róðursmaður á m.a. Klaksvíkingi.

Eysturkommuna skrivar:

Leygardagin 18. desember 2021 kl. 14 skrivaði Kappróðrarfelagið Tindur undir sáttmála við John Reid Ziska Jacobsen sum nýggjur venjari fyri róðrarárið 2022.

Í dag eru 9 manninga hopa at fáa onkra manning aftræt í teimun eldru manningum.

 

Hava 100 limir

Í hesum sambandi var ein hugnaløta uttanfyri Bátasavnið, har Tindur bjóðaði kaffi og okkurt søtt afturvið. Nógvir rógvarar møttu til tiltakið í Tinda-klæðum. Høvi var eisini at royna venjingarklæðir, sum verða bíløgd skjótast tilber.

Tindur fegnast um vaksandi tal av rógvarum og manningum. Í dag eru um 100 limir og 9 manningar, og tey vóna at fáa onkra manning afturat millum teir eldru rógvararnar.

– Komandi ár fara vit at leggja okkum eftir góðum úrslitum og einum flottum áralagi, skrivar felagið. Hesum kemur nýggi venjarin at taka sær av hjá øllum manningunum í felagnum.