Klaksvíkingar skal venja bestu kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum í hondbólti.
Klaksvíkingar skal venja bestu kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum í hondbólti.
Hondbóltskappingin hjá bæði monnum og kvinnum hjá ÍF Føroyum byrjar 27. september. Full ferð er komin á venjingina hjá bæði monnum og kvinnum, men tó hava kvinnurnar enn ikki haft nakran fastan venjara.
Komandi týsdag kemur so ein nýggjur venjari at standa fyri venjingunum hjá kvinnunum. Flemming Isaksen kemur at taka sær av venjingunum og samstundis standa fyri besta kvinnuliði felagsins. Flemming er ikki heilt ókendur í felagnum. Hann hevur fyrr staðið á odda fyri okkara kvinnuliði, og vit eru glað fyri at hann nú velur at taka enn eitt tørn við rórið, skrivar ÍF Føroyar á síni facebook síðu.
Flemming Isaksen er klaksvíkingur og hevur eina fortíð í Stjørnuni.




