Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur svaraði aftur og vann

Jákup Ósá

Klaksvíkingur vísti í dag, at hann hevur gjørt risa framstig síðani Norðoyastevnu fyri tveimum vikum síðani.

Klaksvíkingur vísti í dag, at hann hevur gjørt risa framstig síðani Norðoyastevnu fyri tveimum vikum síðani.

Á Norðoyastevnu var Suðuroyingur klárt besti báturin og vann við einari bátslongd. Men nú tvær vikur seinni sóu vit stóra broyting. Klaksvíkingur, ið hevði tveir nýggjar mans umborð í mun til seinast, var ikki til at kenna aftur. Starturin var góður og í miðróðrinum bleiv grundarlagið fyri sigrinum lagt. Í endaspurtinum byrjaði Klaksvíkingur seinni at spurta enn hinir og tað bleiv kanska eisini avgerandi. Hóast útvarps frásøgnin ljóðaði spennandi vegna trupla vísningin, so var greiður munur á mállinjuni. Næstan ein bátslongd var á muni, tá Klaksvíkingur kom um málið frammanfyri Suðuroyingin.

Við sigrinum eru Klaksvíkingur og Suðuroyingur javnir á fyrsta plássinum í FM kappingini. Í dag sóu vit stóra broyting í mun til Norðoyastevnuna og so er spurningurin, hvussu verður um eina viku á Fjarðastevnu á Skála.

Úrslitið í dag gjørdist:

1. Klaksvíkingur – 09:25.19

2. Suðuroyingur – 09:27.24

3. Havnarbáturin – 09:29.09

Harleyfacadeacryl