KRF gjørdi tað enn betri enn á heimasjógvi og vann seks róðrar á Sundalagsstevnu í dag.
Sundalagsstevna var í Hósvík í dag. Og tað bleiv ein sera góður dagur hjá KRF, tí KRF bátar vunnu seks av tilsamans ellivu róðrum, sum var ein sigur betri enn á heimasjógvi. Okkum vitandi er hetta besta stevnna hjá KRF nakrantíð.
Dagsins mest spennandi róður var 10-mannaførini, har Klaksvíkingur og Norðingur vóru í sera harðari kapping frá byrjan til enda. Norðingur fekk betra startin og var frammanfyri fyrsta partin av róðrinum. Sìðani kom Klakksvíkingur framum og í endanum komu teir stavn um stavn og tað var nær við, at teir endaðu javnir. Men Klaksvíkingur var frammanfyri. Munurin minkaði nógv frá Norðoyastevnu og alt bendur á eitt sera spennandi kappróðrarár hjá 10-mannaførum millum teir báðar bátarnar úr Norðoyggjum. Klaksvíkingur hevði tíðina 4.27.00 og tað er mettíð á 1000 metrum í Hósvík, har róð hevur verið 1000 metur síðani 2014.
KRF vann hesar róðrar:
5-mannafør barnaróður dreingir: Fípan Fagra
5-mannafør dreingir 14-16 ár: Sævarmoy
5-mannafør kvinnur: Fípan Fagra
5-mannafør dreingir: Fípan Fagra
8-mannafør: Nevið Reyða
10-mannafør: Klaksvíkingur
Myndirnar eru frá KVF (skíggjamyndir)









