Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkingur vann í stórum stíli á fjarðastevnu

Jákup Ósá

Kappróðrarárið byrjaði væl fyri ungu manningina á Klaksvíkingi.

Undan dagsins róðri var spenningur um, hvørs Klaksvíkingur fór at megna at geva føroyameistarunum í 10-mannaførum síðstu árini, Orminum Langa, kapping.

Fyrsta partin av teininum var talan um spennandi róður, har Ormurin Langi og Klaksvíkingur fóru stavn um stavn inneftir Skálafjørðinum. Í miðróðrinum vann Klaksvíkingur seg eina bátslongd framum og munurin øktist fram til mállinjuna, tá tvær bátslongdir vóru á muni. Sostatt fekk Klaksvíkingur sína ynskisbyrjan uppá kappingarárið.

Lagt er nú upp til eitt sera spennandi kappróðrarár hjá 10-mannaførum, har Klaksvíkingur í fyrsta av sjey róðrum stóð royndina.

 


1. Klaksvíkingur 04.44.33

2. Ormurin Langi 04.49.31

3. Havnarbáturin 05.00.39

 

Róðurin kann síggjast hjá KVF HER