Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkingur vann við knappari bátslongd

Jákup Ósá

Klaksvíkingur hevur havt eitt framúr kappingarár higartil við øðrvísi samansettari manning enn vanligt er. Í dag vann Klaksvíkingur við knappari bátslongd. 

Í dag var jóansøkuróður á Tvøroyri. 10-mannaførini róðu fyrst og eins og teir báðar fyrstu róðrarnar vann Klaksvíkingur tryggan sigur. Hesaferð við knappari bátslongd aftur til Ormin Langa. Ormurin Langi hevði eykamann við í dag og komandi stevnur verður tað Klaksvíkingur, sum fer at hava eykamann við. Í dag var undanvindur, meðan tað til tær báðar fyrstu stevnurnar var mótvindur.

 

1. Klaksvíkingur 4.30.19

2. Ormurin Langi 4.32.40

3. Havnarbáturin 4.44.39