Tað verður eftir øllum at døma klaksvíkingurin Aksel V. Johannesen, sum tekur yvir sum løgmaður eftir løgtingsvalið týskvøldið.
Andstøðan vann løgtingsvalið, har Javnaðarflokkurin gjørdist størsti flokkur. Allir andstøðuflokkarnir boðaðu frá eftir valúrslitið, at teir helst síggja fyri sær, at andstøðan tosar saman og møguliga skipar eina samgongu. Har er mest upplagt, at stóri vinnarin í kvøld, Aksel V. Johannesen, sum eisini fekk klárt flestar atkvøður, verður løgmaður.
Sostatt bendur alt á, at tað verður ein klaksvíkingur sum skal leiða politisku skipanina komandi árini.




