Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur við nýggjari bók

John William Joensen

Bókin, sum eitur  Teir tóku kjansin  er um fyrsta hekkutrolaran, sum føroyingar keyptu.

Tað er Birgir Waag Høgnesen, sonur Símun W.Høgnesen koyrilærara, sum gevur bókina út á egnum forlag.
 
Birgir sigur við Norðlýsið, at bókin Teir tóku kjansin -søgan um Kap Farvel, er uppbygd soleiðis, at lesarin  dokumentariskt fær at vita, um hvussu hetta við fyrsta hekkutrolarum kom í lag og hvar hvar skipið er í dag nú  40 ár eftir, at hann kom undir føroykst flagg.
 
Í bókini eru beinleiðis endurgivnar samrøður við menn, sum hava verið við Kap Farvel -og menn, sum høvdu møtt skipinum áðrenn tað kom undir føroykst flagg, sigur hann .
 
Benni Joensen skipari er í bókini:
Birgir vil ikki siga alt, men sigur tó fyri Norðlýsinum, at ein samrøða er við Hendrik Old løgtingsmann, sum var við Jógvan á Gørðunum í 1964 tá Kap Farvel fleiri fer trolaði alla línuna frá teimun, og byrsan var havd á lofti, sigur Birgir. Aðrar áhugaverdar  samrøður eru í bókini, t.d við Suni Jacobsen fyrrv. løgtingsmann og við Benna Joensen, skiparar úr Klasvík.
 
Bókin Teir tóku kjansin  søgan um Kap Farvel er ein spennandi og forvitnislig søga, ið varpar ljós á fleiri tættir í føroyskari skipasøgu og eitt ótal av forvitnisligum myndum eru í bókini.
 
Sum sagt, so gevur Birgir bókina út á egnum forlagi, sum eitur Rustarin, og kann hon umbiðast á www.kapfarvel.com  ella á rustarin@kallnet.fo  ella bara við at senda 268 kr á konto 6460-171.512.9  9181-147.607.8 og viðmerkja  bók