Leygarkvøldið hevði kendi guitarleikari Tommy Emmanuel konsert í Íslandi og varð konsertin hildin í Háskólabió í Reykjavík.
Nógv fólk vóru møtt til konsertina og har millum vóru eisini nakrir klaksvíksingar, ið hava stóran tokka til kassaguitar tónleik.
Teir høvdu í góðari tíð keypt sær flogferðaseðlar til Íslands og somuleiðis atgongumerkir til konsertina, og nakrir av klaksvíksingunum vóru so hepnir, at fáa møguleikan ”Back Stage” at heilsa uppá fryntliga og sera fyrikomandi tónleikaran, ein tíma áðrenn framførsluna.
Hetta varð sjálvsagt ein stór løta fyri teir, persónliga at hitta hendan úrmælingin og eisini at sleppa at greiða honum eitt sindur frá um Føroyar.
Tommy Emmanuel er føddur 31. mai 1955 og er ein australskur guitarsnidlingur í heimsklassa.
Longu sum 6 ára gamal framførdi hann professionelt á guitar og saman við systkum sínum, sum øll verða mett at verða undurbørn, høvdu tey konsertir ymsa staðni runt um í Australia.
Ein av størstu fyrimyndum hjá Tommy Emmanuel var Chet Atkins, sum doyði í 2001.
Nøkur ár áðrenn hann doyði, innspældu teir fløguna ”The Day the Finger Picker Took Over the World, sum eisini varð seinasta innspælingin hjá Chet Atkins.
Tommy Emmanuel hevur spælt saman við nógvum kendum og dugnaligum tónleikarum, umframt at hann hevur móttikið nógvar virðislønir av ymiskum slag, bæði í USA og Australia.
Klaksvíkingarnir, sum hittu Tommy Emmanuel, áðrenn konsertina, eru:
Eyðun Nolsøe, Heri Ellingsgaard, Jóhan Nolsøe og Karl Martin Samuelsen:
Tað finnast fleiri sjónbandaløg á youtube við Tommy Emmanuel:




