Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkskapping: ÍF-HB 2-4 (Liðugt)

Jákup Ósá

HB og ÍF spæla nú seinna dystin í dagsins seinna dysti. Undirhaldandi dystur.

ÍF byrjar við hesum leikarunum: Hallgrím Gregersen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Hendrik L. Rubeksen – Hanus Thorleifsson, Nenad Saric, Bogi Reinert Petersen, Ari Ellingsgaard – Øssur Dalbúð, Clayton Soares.

Á bonkinum hjá ÍF síggja vit m.a. Rudolf Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Margeir Toftegaard, Aleksander Jovevic og Hanus Eliasen.

HB byrjar við hesum leikarunum: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jóhan T. Davidsen, Alex dos Santos – Bárður Olsen, Kristin R. Mouritsen – Jógvan Skeel Nolsøe, Fróði Benjaminsen, Christian Moutitsen – Andrew av Fløtum

3 min.: Tað gongur javnt á, har HB hevur bóltin meira.

20 min.: Andrew av Fløtum og Clayton Soares hava havt góðar royndir á mál í einum higartil jøvnum dysti. Myndir frá liðunum og dómarunum síggjast niðanfyri.

28 min.: 1-0 til ÍF. Leivur Joensen fann Hanus Thorleigsson leysan og so er 1-0 til ÍF. Beint frammanundan hevði Christian Mouritsen eina góða roynd, ið fór uppum. Framvegis javnur dystur.

31 min.: Dagsins størsti møguleiki. Kristin Mouritsen legði væl innfyri, har Andrew av Fløtum stóð einsamallur frammanfyri opnum máli, men bólturin fór ímillum beinini.

33 min.: Nú hevur HB tikið meira yvir, men uttan teir heilt stóru møguleikarnar.

40 min.: Framvegis 1-0 til ÍF. Dysturin hevur javnað seg aftur. Onkrir hálvir møguleikar hava verið til bæði liðini. ÍF liðið tykist hanga væl saman, nú Bartal Eliasen er komin við aftur.

Hálvleikur: 1-0 til ÍF

Talan hevur verið um ein javnan fyrra hálvleik, har HB kanska hevur havt bóltin meira, meðan ÍF hevur havt minst líka nógvar málroyndir. ÍF liðið tykist hanga betri saman enn tey flestu nokk høvdu væntað. Keturnar tykjast hanga væl saman, meðan tað sær út til at merkjast væl hjá HB, at tveir av bestu leikarunum higartil, Heini Vatnsdal og Símun Samuelsen, ikki eru við.

55 min.: HB hevur lagt trýst á frá byrjan í seinna hálvleiki. HB venjarin Oddbjørn Joensen hevur gjørt eina taktiska broyting við at býta um uppá Fróða Benjaminsen og kristin Mouritsen, soleiðis at Kristin nú spælir sum framrættaður miðvalla leikari.

70 min.: HB trýstir og frægastu royndina hevði Bárður Olsen, tá hann bleiv spældur leysur, men skotið fór beint á Hallgrím.

72 min.: Stórur møguleiki til Christian Mouritsen, men eisini hann skeyt beint á Hallgrím Gregersen.

74 min.: 1-1. Christian Mouritsen hevur javnað fyri HB. Fult uppiborið eftir gongdina í seinna hálvleiki.

75 min.: Stórur møguleiki til ÍF. Ari Ellingsgaard dregur framvið einum HB verjuleikara og blívur púra leysur, men Teitur hevur eina góða bjarging í HB málinum.

79 min.: 2-1 til HB. Hornasparkinnlegg endar við, at ein HB leikari(hugsi tað var Gunnar Haraldsen) skallar bóltin í málið. 2-1 til HB, sum hevur sitið á spælinum í seinna hálvleiki.

85 min.: Hendrik Rubeksen hevur javnað til 2-2. Bleiv spældur leysur av Nenad Saric og umvegis eitt HB bein endaði bólturin í málinum. Liðini hava gjørt fleiri útskiftingar.

88 min.: Øssur Dalbúð á stongina eftir fríspæling frá Jákup Johansen.

89 min.: Innlegg úr høgru og frammanfyri málinum stýrdi Fríði Benjaminsen bóltinum inn. 3-2 til HB í einum undirhaldandi dysti.

93 min.: Í yvirtíðini skoraði Fróði aftur eftir innlegg frá Jógvan Róa Davidsen. 4-2 til HB

Liðugt: 4-2 til HB

Ein undirhaldandi dystur, har ÍF yvirraskaði positivt í fyrra hálvleiki, tá liðið hekk væl saman bæði í verjupartinum og álopsspartinum. Men í seinna hálvleiki vendi HB dystinum og teir fingu eisini stóra yvirvág í leikinum umframt at teir skaptu teir størstu møguleikarnar. Spælið var til tíðir á góðari leið, har HB spældi væl í seinna hálvleiki. Ákoðararnir fingu seks mál og annars gott undirhald, har bæði liðini kunnu taka taka jaligt við sær frá dystinum.