Í sendingini Norðlýsið á Rás 2 í dag kl. 17 kemur borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen, at kasta lut millum luttakandi liðini.
Tað eru KÍ, HB, B36 og B68 sum í vikuskiftinum skulu kappast um Klaksvíkssteypi og sum vanligt verða innleiðandi dystirnir leiktir leygardagin, og finalan verður leikt sunnudagin.




