Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkskappingin í fótbólti verður leygardagin

Oliver Joensen

Lutakastið um hvør skal leika ímóti hvørjum var á Norðlýsinum ímorgun. Skála og B36 skulu spæla kl. 13 leygardagin og kl. 15 verða tað KÍ og HB sum møtast.

Spennandi verður at fylgja Klaksvíkskappingini í ár. Lukakast var sum sagt á Norðlýsinum ímorgun har Skála trekti B36 og skulu hesi bæði liðini leika leygardagin kl. 13.00 og HB trekti KÍ og tann dysturin verður leygardagin kl. 15.00.  Sunnudagin kl. 13 verður so leikt um 3. og 4. plássið, meðan dysturin um 1. og 2. plássið verður leiktur kl. 15.00 sunnudagin.